Í 2010 hava vit eitt hall á fíggjarlógini uppá einar 800 mió. kr. Tað kann ongin politikkari verða nøgdir við og okkurt munagott má gerast fyri at minka um hallið í 2011.
Fólkaflokkurin mælir staðiliga til at framdar verða sparingar á rakstrarútreiðslunum. Vit halda ikki vit kunnu senda fleiri rokningar út til føroya fólk ella til vinnulívið.
Tí hevur fólkaflokkurin mælt til at spara á almennu fyrisitingini, men sambandið segði nei og argumentið var at hetta fór at krevja uppsagnir.
Hóast hetta hava Edmund Joensen og Bjørn Kalsø mælt til at lækka talið av aðalráðum úr 9 niður í 6 aðalráð. At lækka talið av aðalráðum uttan at gera sparingar gevur lítla meining. Tað er tað samBANDIN førir fram og hetta er bara ein bílig roynd at keypa sær lættvunnar atkvøður.
Fólkaflokkurin hevur onki ímóti at aðalráðini verða fækkaði, men vit vilja samtíðis gera sparingar, so vit fáa rakstrarútreiðslur landins niður. Halda vit áfram sum nú, so býður ikki bøtur.
Um tú skert eina køku í 9 stykkir ella 6 stykkir, so er køkan líka stór. Fólkaflokkurin vil minka køkuna og harvið minkað hallið á fíggjarlógini.
Sum eg havi víst á, so er arbeiðshátturin serliga hjá Edmundi Joensen, sum sambært Bjørn Kalsø, er limur í samBANDANUM, sera óhóskandi, átaluverdur og niðurbrótandi. Og eg gjørdist ikki sørt skakkur, tá eg hoyrdi í ÚF, at Edmund lovaði uppá standandi fót, fullan trúskap mótvegis donsku stjórnini, samtíðis sum hann ferð etfir ferð er í andstøðu til føroysku stjónina.
Eg eri farin at halda at hatta kaffi hjá samBANDANUM er blivið beiskt!
Jákup Mikkelsen