Og nú kemur Bjørn Kalsø uppí leikin. Er ónøgdur við, at Edmund Joensen ikki hevði funnið út av, at teir báðir eru samdir um at fækka aðalráðini. Mitt í bardaganum inni í sambandsflokkinum finnur Bjørn Kalsø knappliga fram til, at tað er fólkaflokkurin sum hevur skuldina av øllum. Hann sigur at fólkflokkurin liggur í buktini og forðar fyri at aðalráðini verða fækkað. Her fer hann púra skeivur. SamBANDIN hevur misskilt okkurt.
Fólkaflokkurin mælti samgonguni til, at vit skulu gera sparingar upp til 10% í øllum aðalráðunum, men tað vil Sambandið ikki. Fólkaflokkurin hevur ongar trupulleikar av at fækka talið av aðalráðum, treyta av at veruligar sparingar verða gjørdar.
At lækka talið av aðalráðum úr 9 niður í 6 er í sjálvum sær lítil og ongin sparing. Um tú skert eina køku í 9 stykkir ella í 6 stykkir, so er køkan líka stór. Fólkaflokkurin vil minkað køkuna og harvið minkað hallið á fíggjarlógini.
Fólkaflokkurin vildi eisini forða fyri at tey alment løntu fingu 60 mió. kr. í lønarhækkan. Vit hildu at tey alment løntu fóru at klára seg, hóast tey ikki fóru upp í løn, men Sambandið valdi heldur at spara á almannaøkinum, har serliga pensiónistarnir hava staðið fyri skotum. Nú renna teir yvir háls og herðar undan sínu egnu samtyktum.
Sambandsmenn eru seinastu tíðina, fleiri ferðir komnir við populistiskum útmeldingum, sum eru í andsøgn við tað sum teirra egna samgonga hevur samst um, við einum endamáli og tað at vinna sær lættkeyptar atkvøður.
Tað er í mótgongd tú mást vísa styrki tína. Er tað so galið at Sambandsmenn nú eru við at hoykna í knøunum og ikki orka meir, so áttu teir at tóna reint flagg og ikki bara loypa upp um har garðurin er lægstur.
Jákup Mikkelsen, tingmaður