Fólkaflokkurin |     Limatekning | Fá tíðindi  RSS - Tíðindi frá Fólkaflokkinum | Sig tína hugsan | Skráset eina slóð
Leita:  
A-LIÐIÐ  Klár til verk-A
TÍÐINDI HUGSJÓNIR A-LIÐIÐ UM FLOKKIN
Tíðindi og politikkur
Politikkur

Plaseringin av nýggja heilsutrygdarstovninum
- Hví eru samráðingarnar við sjúkrakassarnar um eginognina longu slitnaðar, og hvat meinar landsstýrismaðurin við, tá hann sigur seg ikki vilja arbeiða undir trýsti? spyr Bjarni Djurholm m.a. í § 52a spurningi

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, hevur sett § 52a spurning til Aksel V. Johannesen, landsstýrismann viðvíkjandi plaseringini av nýggja heilsutrygdarstovninum og slitið við sjúkrakassarnar.


Í viðmerkingunum til spurningin, sigur Bjarni Djurholm, at fríggjadagin undan jólum var nýggja lógin um heilsutrygd samtykt, sum hevði við sær, at sjúkrakassarnir fóru í søguna á nýggjárinum 2010.


- Full politisk undirtøka var fyri at modernisera sjúkrakassaskipanina.

- Hóast nýggja skipanin er komin í gildi, so eru tað framvegis viðurskifti, sum ikki eru eru endaliga avgreidd. M.a. er inngjaldið til skipanina fyrstu 2 árini at líkna við “gomlu” skipanin, har allir borgarar yvir 18 ár skulu rinda í hana. Hvussu inngjaldið verður síðani er enn ikki full greiða á.

- Annað ivamál var spurningurin um eginognina hjá sjúkrakøssunum, sum er roknað til uml. 45 mio. kr. Undan lógarsamtyktini játtaði landsstýrismaðurin at virka fyri semju við sjúkrakassarnar um eginognina hjá sjúkrakøssunum. Nú, 2. januar 2010, bert fáar arbeiðsdagar aftaná lógarsamtyktina,  hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at hann ikki vil samráðast við sjúkrakassarnar undir trýsti.

- Triðja málið var staðsetingina av nýggja heilsutrygdarstovninum. Frammanundan lógarsamtyktini boðaði landsstýrismaðurin frá, at stovnurin skuldi liggja í Klaksvík. Hann var tá kunnaður um, at full undirtøka ikki var fyri hesum, og at hann tí átti at venda spurninginum í politisku skipanini, áðrenn endalig støða varð tikin.
Hetta játtað landsstýrismaðurin, men 2. januar var so í miðlunum boðað frá, at stovnurin verður staðsettur í Klaksvík, hóast sjúkrakassarnir eiga vælegnaði umsitingarhølir í Tórshavn, meðan flestu aðrastaðni hevur verið hildið til í leigaðum hølum. 

- Framferðin hjá landsstýrismanninum er í andsøgn við gjørdar avtalur og ber brá av lokalpolitiskum hovsaavgerðum, sigur Bjarni Djurholm og spyr tí:


1)    Hvør er sakliga grundgevingin fyri at staðseta heilsutrygdarstovnin í Klaksvík?


2)    Hvørji høli eru tøk til nýggja stovnin í Klaksvík, og hvat fer tað at kosta limunum at byggja upp nýggju umsitingina í Klaksvík?


3)    Í hvørjum plássum í landinum eiga sjúkrakassarnir í dag egnaði høli til umsiting av nýggju heilsutrygdarskipanini?


4)    Hví eru samráðingarnar við sjúkrakassarnar um eginognina longu slitnaðar, og hvat meinar landsstýrismaðurin við, tá hann sigur seg ikki vilja arbeiða undir trýsti?


5)    Hvør vissa er fyri at eginognin hjá sjúkrakøssunum kemur limunum til góða, og at tær uml. 45 mio. kr ikki bara enda  í einum ódefineriligari nýtslu?



TÍÐINDI

Ferðslutrygdararbeiðið hevur gjørt mun (01-09-2010)

Tað skal kosta at dálka havumhvørvið (07-08-2010)

Nýggjur skrivari í Fólkaflokkinum (04-08-2010)

Summarfrí (10-06-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

HUXA ynskir ein einkultan (07-05-2010)

Hanus Samró formaður í HUXA (23-04-2010)

Antin skil á búskapin nú – ella eina enn verri upptøku seinni (31-03-2010)

Sjófólk fyri skotum (22-03-2010)

Jóannes Eidesgaard mælti til 2 ára lønarsteðg (13-03-2010)

Áheitan á løgmann ! (13-03-2010)

Fólkaflokkurin og fólkakirkjan (11-03-2010)

Rætt skal vera rætt (28-02-2010)

Ognarskatt, nei takk! (28-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Arbeiðs- og familjulívið í javnvág? (09-02-2010)

Viðvíkjandi vakstrarpakka og arbeiðsskapandi tiltøkum (04-02-2010)

Vegamótið? (01-02-2010)

Tíðin ikki farin frá Grønu Oynni (25-01-2010)

Er kaffi beiskt? (25-01-2010)

Fólkaflokkurin vil minka køkuna (21-01-2010)

Poul spyr Løgmann økismenningarpolitikk (19-01-2010)

Aðalfundurin hjá HUXA 30. Januar 2010 (14-01-2010)

Veruligt vakstrarfremjandi tiltak (13-01-2010)

Undarlig almenn tøgn (13-01-2010)

Fólkatilfeingið í Føroyum má gagnnýtast betur (06-01-2010)

Plaseringin av nýggja heilsutrygdarstovninum (03-01-2010)

Gleðilig jól og gott nýggjár (22-12-2009)

Asfaltering skal bjóðast út (09-12-2009)

Poul Michelsen spyr um leiðsluhátt landsstýrismanna (07-12-2009)

HUXA hevur aðalfund 30. Januar 2010 (07-12-2009)

HUXA á IYDUráðstevnu (07-12-2009)

Konservativ Ungdom á landsfundin hjá HUXA (07-12-2009)

Bjarni spyr um brúksskyldu (07-12-2009)

  © 2008 Fólkaflokkurin - Jónas Broncksgøta 29 - 100 Tórshavn - Telefon +298 31 24 91 - Telefax +298 32 20 91 - folkaflokkurin@logting.fo