Fólkaflokkurin |     Limatekning | Fá tíðindi  RSS - Tíðindi frá Fólkaflokkinum | Sig tína hugsan | Skráset eina slóð
Leita:  
A-LIÐIÐ  Klár til verk-A
TÍÐINDI HUGSJÓNIR A-LIÐIÐ UM FLOKKIN
Tíðindi og politikkur
Politikkur


Heðin Zachariasen, Løgtingsmaður
Arbeiðsskapandi tiltak til føroyskar handverkarar
Nógv verður tosað um vakstrarpakkan hjá vinnumálaráðnum í hesum døgum, og alt gott um hann. Tað er neyðugt at skapa vinnuni bestu karmar, skulu vit sleppa burtur úr teirri fíggjarkreppu, sum eisini Føroyar eru ein partur av.

Men tað verður ikki gjørt við at leggja fleiri avgjøld á vinnuna og slett ikki við framleiðslugjaldi og útflutningstolli, sum nú verður tosað um.
Støðan er, at alt fleiri fara undir FAS, og vit hava eitt vaksandi tal av handverkarum í útlendskari vinnu. Alt gott um tað. Men tað skerst ikki burtur, at samlaði skatturin endar á alsamt færri herðum, so tey, ið eru eftir, skjótt ikki knógva undir byrðuni.
Samstundis verða alt fleiri uppgávur lagdar at gjalda um skattin.

Úrslitið er, at tað skal ein gjøgnumgangandi bygnaðarbroyting til, fyri at minka um tær alt ov stóru útreiðslurnar, sum landskassin dregist við.
Eg legði eitt vinnuskapandi uppskot fyri samgongufund, sum hevði til endamáls at veita teimum borgarum ein skattalætta, sum fóru undir at bjálva og umvæla egnan bústað.

Vit hava skipanina við bjálvingarstuðuli til pensjónistar, og skal hon sjálvandi vera galdandi.
Uppskot mítt var, at hetta skuldi vera ein skipan, sum var galdandi fyri fólk, sum skuldu bjálva ella umvæla síni hús, sum so gav teimum rætt til frádrátt í skattinum. Talan skuldi verði um ein skattafrádrátt  upp á til dømis 35% av umvælingini. Hetta hevði skapt arbeiði til handverkaravinnuna, ið er sera illa fyri. Fyri tað fyrsta fáa vit handverkarar aftur í arbeiði, samstundis fer umsetningurin hjá handilsvinnuni upp, og landið fær eina hægri mvg inntøku.                                                                                  

Henda skipan átti at komi í gildið 1. Januar 2010 og verði galdandi  2 ár fram.
Føroyar skulu minka CO2 útlátið við í minsta lagi 20% fram til 2020, minni upphiting og harvið minni CO2 útlát.

Undirtøka fekst ikki fyri hesum ítøkiliga uppskoti, sum annars kundi verið við til at sett nakað av ferð aftur á byggivinnuna. Talan hevði ikki verið um stórar útlendskar byggimeistarar, ið struku avstað við arbeiðinum, tí talan er um privat hús, har føroyskir handverkarar kundu fingið nakað til hendurnar aftur.

Eitt er vist, og tað er, at vinnulívið á sjógvi og landi mugu skapast fortreytir, so vit kunnu framleiða okkum burtur úr hesum aldudali, vit nú eru í. Hetta ítøkiliga uppskotið hevði verið eitt stórt stig á leiðini til arbeiðsskapandi tiltøk til tann føroyska handverkaran.


Heðin  Zachariassen løgtingslimur fyri fólkaflokkin



TÍÐINDI

Ferðslutrygdararbeiðið hevur gjørt mun (01-09-2010)

Tað skal kosta at dálka havumhvørvið (07-08-2010)

Nýggjur skrivari í Fólkaflokkinum (04-08-2010)

Summarfrí (10-06-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

HUXA ynskir ein einkultan (07-05-2010)

Hanus Samró formaður í HUXA (23-04-2010)

Antin skil á búskapin nú – ella eina enn verri upptøku seinni (31-03-2010)

Sjófólk fyri skotum (22-03-2010)

Jóannes Eidesgaard mælti til 2 ára lønarsteðg (13-03-2010)

Áheitan á løgmann ! (13-03-2010)

Fólkaflokkurin og fólkakirkjan (11-03-2010)

Rætt skal vera rætt (28-02-2010)

Ognarskatt, nei takk! (28-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Arbeiðs- og familjulívið í javnvág? (09-02-2010)

Viðvíkjandi vakstrarpakka og arbeiðsskapandi tiltøkum (04-02-2010)

Vegamótið? (01-02-2010)

Tíðin ikki farin frá Grønu Oynni (25-01-2010)

Er kaffi beiskt? (25-01-2010)

Fólkaflokkurin vil minka køkuna (21-01-2010)

Poul spyr Løgmann økismenningarpolitikk (19-01-2010)

Aðalfundurin hjá HUXA 30. Januar 2010 (14-01-2010)

Veruligt vakstrarfremjandi tiltak (13-01-2010)

Undarlig almenn tøgn (13-01-2010)

Fólkatilfeingið í Føroyum má gagnnýtast betur (06-01-2010)

Plaseringin av nýggja heilsutrygdarstovninum (03-01-2010)

Gleðilig jól og gott nýggjár (22-12-2009)

Asfaltering skal bjóðast út (09-12-2009)

Poul Michelsen spyr um leiðsluhátt landsstýrismanna (07-12-2009)

HUXA hevur aðalfund 30. Januar 2010 (07-12-2009)

HUXA á IYDUráðstevnu (07-12-2009)

Konservativ Ungdom á landsfundin hjá HUXA (07-12-2009)

Bjarni spyr um brúksskyldu (07-12-2009)

  © 2008 Fólkaflokkurin - Jónas Broncksgøta 29 - 100 Tórshavn - Telefon +298 31 24 91 - Telefax +298 32 20 91 - folkaflokkurin@logting.fo