Fólkaflokkurin |     Limatekning | Fá tíðindi  RSS - Tíðindi frá Fólkaflokkinum | Sig tína hugsan | Skráset eina slóð
Leita:  
A-LIÐIÐ  Klár til verk-A
TÍÐINDI HUGSJÓNIR A-LIÐIÐ UM FLOKKIN
Tíðindi og politikkur
Politikkur

Fólkaflokkurin vil hava búskaparsemju
-Neyðugt er at gera eina breiða búskaparsemju í Løgtinginum um at hallið á fíggjarlógini skal verða burtur innan 4-6 ár, segði Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum á landsfundinum.

- At hava 1 milliard í hallið á fíggjarlógini er ikki ein haldbar støða. Um vit ikki taka avgerðir nú, so koma onnur at taka avgerðir fyri okkum seinni. Tað hava vit uppliva í 90-unum, tá 100-tals familjur máttu frá húsið og heimi og 6000 føroyingar flýggjaðu av landinum, segði Jørgen Niclasen m.a. í formansrøðu síni á landsfundi fólkaflokksins.


 


Hann vísti á frágreiðingina hjá Búskaparráðnum, har ein ætlan at minka útreiðslurnar á fíggjarlógini við 2% um árið saman við einum vøkstri í inntøkunum upp á 3% kann fáa hallið á fíggjarlógini burtur í 2014.


 


Mugu vísa ábyrgd


- Útreiðslurnar eru trupuleikin. Vit hava síðan ár 2000 hækka almennu útreiðslurnar við 80%, meðan búskapurin bert er vaksin við 30%. Vit mugu síggja álvarin í hesum og vísa ábyrgd. Fólkaflokkurin mælir til at gera eina breiða politiska langtíðar semju um, at hallið skal verða burtur innan 4-6 ár. Allir flokkar í løgtinginum skylda borgarnum at gera slíka semju. Hetta er einasta leið at framtíðartryggja vælferðina hjá føroyinum, segði Fólkafloksformaðurin.


 


Hann vísti á, at tað ikki eru familjurnar og vinnulívið sum hava skapt undirskotið, men tað eru politikkarnir sum hava økt útreislurnar ov nógv. Tí mugu politikkarnir sjálvir fáa hallið burtur við stigvíst at minka útreiðslurnar. At skatta og avgjalda fólk eftir einum sjálvskaptum undirskotið eiga politikkar at halda seg frá, segði hann.


 


- Munurin millum tað, ið føroyingar rinda inn í landskassan og tað ið vit politikkara rinda úr landskassanum svarar til 100.000 kr fyri hvørt húsarhald í Føroyum. Føroysku húsarhaldini hava als ikki ráð at rinda meir í landskassan. 


 


Dýrast at fara til arbeiðis


- Tað er sera dýrt at liva í Føroyum. Mest sum alt vit fara til, kostar nógv. Um vit fara  til fótbóltsdyst ella  festival, fyri ikki at tala um at fara til handils, so er kostnaður ovurstórur.  Men tað dýrasta vit kunnu fara til, er at fara til arbeiðis. Vit hava heimsins næsthægsta skattatrýst, og hetta er samstundis sum kanningar vísa, at Føroyar eru uml. 15% dýrari at liva í enn td. Danmark. Fleiri skatta og avgjaldsrokningar til húsarhaldini er als ongin gongd leið, segði Jørgen Niclasen.


 


Um vínnulívið segði hann ,at vinna hevur tað sera trupult. Í 2008 vóru heili 1200 feløg, sum høvdu undirskot, harav 300 hava beina kós móti húsagangi. Støðan hjá vinnini er álvarsom og løgting og landstýrið mugu leggja doyðin á at betra um karmarnar hjá vinnuni. Tað er vinnan, sum skapar vøkturin sum vit hava brúk fyri. At senda fleiri rokningar til vinnulívið, er at taka lívið av hønini sum skal verpa eggini, segði fólkafloksformaðurin.


 


- Vit politikkarar eiga ikki at spyrja hvør skal rinda undirskotið, men vit eiga at seta útreiðslurnar eftir inntøkunum. Fjolga vit um vinnuna, skapa vit vøkstur og harvið størri inntøkur til landskassan.


 


Politisku flokkarnir mugu taka í egnan barm. Allir flokkar hava verið við í útreiðslugildinum og nú eiga allir flokkar at taka uppvaski. Fólkaflokkurin mælir til at gera eina búskaparliga semju um at náða javnvág á fíggjarlógini innan 4 – 6 ár. Tað ber til við varisliga at minka útreiðslurnar hjá landskassanum, td. við 2% um árið, soleiðis sum Búskaparráðið vísir á, segði Jørgen Niclasen á landsfundi Fólkafloksins.



TÍÐINDI

Ferðslutrygdararbeiðið hevur gjørt mun (01-09-2010)

Tað skal kosta at dálka havumhvørvið (07-08-2010)

Nýggjur skrivari í Fólkaflokkinum (04-08-2010)

Summarfrí (10-06-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

HUXA ynskir ein einkultan (07-05-2010)

Hanus Samró formaður í HUXA (23-04-2010)

Antin skil á búskapin nú – ella eina enn verri upptøku seinni (31-03-2010)

Sjófólk fyri skotum (22-03-2010)

Jóannes Eidesgaard mælti til 2 ára lønarsteðg (13-03-2010)

Áheitan á løgmann ! (13-03-2010)

Fólkaflokkurin og fólkakirkjan (11-03-2010)

Rætt skal vera rætt (28-02-2010)

Ognarskatt, nei takk! (28-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Arbeiðs- og familjulívið í javnvág? (09-02-2010)

Viðvíkjandi vakstrarpakka og arbeiðsskapandi tiltøkum (04-02-2010)

Vegamótið? (01-02-2010)

Tíðin ikki farin frá Grønu Oynni (25-01-2010)

Er kaffi beiskt? (25-01-2010)

Fólkaflokkurin vil minka køkuna (21-01-2010)

Poul spyr Løgmann økismenningarpolitikk (19-01-2010)

Aðalfundurin hjá HUXA 30. Januar 2010 (14-01-2010)

Veruligt vakstrarfremjandi tiltak (13-01-2010)

Undarlig almenn tøgn (13-01-2010)

Fólkatilfeingið í Føroyum má gagnnýtast betur (06-01-2010)

Plaseringin av nýggja heilsutrygdarstovninum (03-01-2010)

Gleðilig jól og gott nýggjár (22-12-2009)

Asfaltering skal bjóðast út (09-12-2009)

Poul Michelsen spyr um leiðsluhátt landsstýrismanna (07-12-2009)

HUXA hevur aðalfund 30. Januar 2010 (07-12-2009)

HUXA á IYDUráðstevnu (07-12-2009)

Konservativ Ungdom á landsfundin hjá HUXA (07-12-2009)

Bjarni spyr um brúksskyldu (07-12-2009)

  © 2008 Fólkaflokkurin - Jónas Broncksgøta 29 - 100 Tórshavn - Telefon +298 31 24 91 - Telefax +298 32 20 91 - folkaflokkurin@logting.fo