Fólkaflokkurin |     Limatekning | Fá tíðindi  RSS - Tíðindi frá Fólkaflokkinum | Sig tína hugsan | Skráset eina slóð
Leita:  
A-LIÐIÐ  Klár til verk-A
TÍÐINDI HUGSJÓNIR A-LIÐIÐ UM FLOKKIN
Tíðindi og politikkur
Politikkur

Búskaparligt kjak
Á landsfundinum hevur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum, hildið fyrilestur undir heitinum » Fíggjarpolitikkurin má aftur á beint nú«.

Hóast fíggjarkreppu, hava vit gott útgangsstøði, við lítlari skuld, bæði almennt og privar. Og so hevur almenni sektorurin verið við til at stuðla upp undir alla tíðina. ALS rindar meiri út, tá tíðirnar eru ringar, so tað almenna er við til at javna út ringu tíðirnar.



Hinvegin hevur gongdin seinastu árini verið skeiv, og almenni sektorurin er øktur eini 80% síðani 2000. Danir hava hinvegin megnað at hildi aftur so almennu lønarútreiðslurnar eru minni enn inntøkurnar.



Tað er ikki bert kreppan, ið gevur undirskotið. Búskaparfrøðingar eru ikki á einummáli um, hvussu stóran mun hon ger, men Thomas Dam metir, at um helvtin er á einari góðari leið. Hann vísti á, at góðu árini 2006 og 07 høvdu vit bert eitt yvirskot á 150 milliónir, sum er alt ov lítið.



Tað er eingin vanlukka at hava undirskot á fíggjarlógini, men vit mugu hava yvirskot og undirskot, ið hanga saman yvir tíðina, og tað hava vit ikki havt.



Hann segði, at vit mugu minnast til, at vit eiga ikki allar inntøkurnar, tá tíðirnar eru góðar, og ávaraði ímóti at hækka útreiðslurnar tá.



Somuleiðis ráddi hann frá at økja um almennu tænsturnar, tá tíðirnar eru góðar, tí tað er ógjørligt at taka tær av aftur, tá tíðirnar versna.



Landskassin hevur síðani 2000 hækka sínar útreiðslur støðugt, meðan inntøkurnar eru lækkaðar. Og tað ber ikki til at hækka útreiðslurnar javnt, meðan inntøkugrundarlagið minkar, vísti Thomas Dam á.



Vit liggja ógvuliga høgt í almennum útreiðslum í mun til londini rundan um okkum. Skattatrýstið í Føroyum lægri enn í Danmark og Svøríki, men hægri enn í Noregi og Íslandi. Marginalskatturin í Føroyum ógvuliga høgur.



Formaðurin í Búskaparráðnum legði eisini dent á, at vit hava eina serliga stóra avbjóðing, tá vit vilja veita tænastur, tí vit eru ikki størri enn ein lítil danskur provinsbýur.



Eftir fyrilesturin var høvi at seta spurningar, og tað skapti eitt sunt kjak millum vælmøtta fundarfólkið.



TÍÐINDI

Ferðslutrygdararbeiðið hevur gjørt mun (01-09-2010)

Tað skal kosta at dálka havumhvørvið (07-08-2010)

Nýggjur skrivari í Fólkaflokkinum (04-08-2010)

Summarfrí (10-06-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

HUXA ynskir ein einkultan (07-05-2010)

Hanus Samró formaður í HUXA (23-04-2010)

Antin skil á búskapin nú – ella eina enn verri upptøku seinni (31-03-2010)

Sjófólk fyri skotum (22-03-2010)

Jóannes Eidesgaard mælti til 2 ára lønarsteðg (13-03-2010)

Áheitan á løgmann ! (13-03-2010)

Fólkaflokkurin og fólkakirkjan (11-03-2010)

Rætt skal vera rætt (28-02-2010)

Ognarskatt, nei takk! (28-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Arbeiðs- og familjulívið í javnvág? (09-02-2010)

Viðvíkjandi vakstrarpakka og arbeiðsskapandi tiltøkum (04-02-2010)

Vegamótið? (01-02-2010)

Tíðin ikki farin frá Grønu Oynni (25-01-2010)

Er kaffi beiskt? (25-01-2010)

Fólkaflokkurin vil minka køkuna (21-01-2010)

Poul spyr Løgmann økismenningarpolitikk (19-01-2010)

Aðalfundurin hjá HUXA 30. Januar 2010 (14-01-2010)

Veruligt vakstrarfremjandi tiltak (13-01-2010)

Undarlig almenn tøgn (13-01-2010)

Fólkatilfeingið í Føroyum má gagnnýtast betur (06-01-2010)

Plaseringin av nýggja heilsutrygdarstovninum (03-01-2010)

Gleðilig jól og gott nýggjár (22-12-2009)

Asfaltering skal bjóðast út (09-12-2009)

Poul Michelsen spyr um leiðsluhátt landsstýrismanna (07-12-2009)

HUXA hevur aðalfund 30. Januar 2010 (07-12-2009)

HUXA á IYDUráðstevnu (07-12-2009)

Konservativ Ungdom á landsfundin hjá HUXA (07-12-2009)

Bjarni spyr um brúksskyldu (07-12-2009)

  © 2008 Fólkaflokkurin - Jónas Broncksgøta 29 - 100 Tórshavn - Telefon +298 31 24 91 - Telefax +298 32 20 91 - folkaflokkurin@logting.fo