Høvuðsevnið á landsfundinum verður, hvussu kunnu vit við borgarligum politikki fáa búskapin aftur á beint og samstundis framtíðartryggja vælferðina.
Kl. 9.30 Landsfundurin byrjar við morgunmati. Jákup Mikkelsen, formaður fyri tingbólkin, bjóðar vælkomin. Jørgen Niclasen, floksformaður leggur síðan fram formansfrágreiðingina.
Aftaná formansfrágreðingina verður orðaskifti um búskaparstøðuna. Thomas Dam, formaður í Búskaparráðum heldur fyrilestur um, hvussu vit náa javnvág aftur á Fíggjarlógina. Høvi verður at seta spurningar og koma við viðmerkingum.
Kl. 12.00 til 13.00 Matarsteðgur
Kl. 13.00 Gunnar Axén kemur at halda fyrilestur undir heitinum ”Burðardygg almannatrygd”. Hesa ferð er tað Gunnar Axén, framsøgumaður í almannatrygd hjá bróðurflokki okkara í Svøríki.Okkara bróðurflokkur í Svøríki hevur seinnu árini framt áhugaverdar reformar innan m.a. fólkapensjónir, fyritíðarpensjónir og sjúkradagpengar. Hesir reformar hava vakt ans víðahvar í Evropa og lond síggja hetta sum borgarligar broytingar, sum kunnu tryggja vælferðina í framtíðini.
Orðið verður síðani frítt. og høvi verður hjá fundarfólkinum at siga sína hugsan. Ting- og landstýrisfólk koma at greiða frá og svara spurningum.
Kl. 18.00 Døgurði.
Vónandi møta vit fjølment til landsfundin.