Fólkaflokkurin
Leita:  

Leiðin til vøkstur og vælferð    

Tíðindi og politikkur
Tíðindi

Bjarnni Djurholm
Bjarni Djurholm, Løgtingsmaður
Fyrispurningur til løgmann viðvíkjandi framtíðastøðu Føroya
Í ólavsøkurøðuni sær løgmaður fyri sær eina dagføring ella modernisering av ríkisrættarligu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Henda fráboðan løgmans er áhugaverd, og kann kanska slóða fyri nýggjari skipan landanna millum, sum ber í sær, at rikisrættarligu viðurskiftini einaferð med alla, í tvørpolitiskari semju, verða avgreidd í sátt og semju landanna millum. Eisini við breiðari undirtøku millum Føroya Fólk.

1) Ætlar løgmaður at taka stig til samráðingar við forsætismálaráðharran um endurskoðaða avtalu Føroyar og Danmarkar millum?


2) Sær løgmaður týdningin av, at viðurskiftini millum og Føroyar og Danmark koma í slíka legu, har stjórnarrættarligar tulkingar ikki eru ein forðan, men heldur møguleiki fyri okkara sjálvsavgerðarrætti?


3) Er løgmaður av teirri fatan, at áhaldandi ríkisrættarligu broytingarnar farnu hálvu øldina millum Føroyar og Danmark eru grundarlag undir nýtulking av viðurskiftunum millum ríkispartarnar?


4) Hvønn týdning sær løgmaður í nýggjum/broyttum ríkisrættarligum viðurskiftum í mun til møguligar millumtjóða limaskapir?


Viðmerkingar:


Í ólavsøkurøðuni sær løgmaður fyri sær eina dagføring ella modernisering av ríkisrættarligu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Henda fráboðan løgmans er áhugaverd, og kann kanska slóða fyri nýggjari skipan landanna millum, sum ber í sær, at rikisrættarligu viðurskiftini einaferð med alla, í tvørpolitiskari semju, verða avgreidd í sátt og semju landanna millum. Eisini við breiðari undirtøku millum Føroya Fólk.
Sæð úr hesum sjónarhorni verða settir løgmanni 5 spurningar. Niðanfyri er lýsing, sum útgreinar viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.


Í 2005 samtykti Løgtingið og Fólkatingið lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka (yvirtøkulógin), sum má metast at vera stórsta frambrotið í viðurskiftunum Føroya og Danmarkar millum í nýggjari tíð, har lógin tryggjar, at Løgtingið einsamalt ger av, at øll málsøki, undantikin tey, sum eru karmar um ríkiseindina, kunnu yvirtakast við teirri fylgju, at løgtingið rindar fyri útreiðslurnar, ið fylgja við teimum.
Yvirtøkulógin inniber, at tekur Føroya fólk avgerð um, at Føroyar skulu vera sjálvstøðugar, kom málsøkini, sum eru karmar um ríkiseindina, undir føroyskt málsræði.
Sostatt hava føroyskir myndugleikar lóggávuvaldið og útinnandi valdið á málum og málsøkjum, ið verða yvirtikin. Dómstólar, sum føroyskir myndugleikar seta á stovn, hava dómsvaldið á øllum málum og málsøkjum í Føroyum.
Í hesum sambandi var fráboðan send ST, har danir viðurkenna, at føroyingar hava ómissandi sjálvsavgerðarrætt sambært altjóðarætti, og har tað eisini er ásett, at Føroyar eru ein tjóð. Henda fráboðan er søgulig og hevur stóran politiskan týdning.
Vit eru sosatt viðurkend í altjóða høpi sum eitt fólk við sjálvsavgerðarrætti sambært altjóðarætti.
Tað serliga áhugaverda í hesi fráboðan var, at tað m.a. vóru føroysku lógirnar (yvirtøku- og uttanríkislógin, umframt heimastýrislógin) og føroysku viðmerkingarnar til lógirnar, ið danska uttanríkisráðið sendi mannnarættardeildina hjá ST.
Talan var um óredigeraðan føroyskan tekst, umsettur til enskt av embætisfólkunum hjá løgmanni, ið umvegis danska uttanríkisráðið varð sendur ST. Tað merkir, at alheimurin varð kunnaður um føroysku fatanina av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, og at alheimurin umvegis fráboðanina viðurkennir "ómissandi og áframhaldandi" føroyska sjálvavgerðarrættin.
Saman við lógunum var m.a eisini sendur ST samandráttur av søgu Føroya heilt frá landnámstíð og fram til okkara dagar, har m.a. fólkaatkvøðan 14. september 1946 eisini varð lýst, men sum danir seinni ógildaðu.


Hóast hesi frambrotini í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmarkar ímillum, so byggir fatanin í Føroyum og Danmark á grundleggjandi munin, at danir hava tikið støði í, at valdið hjá Løgtinginum er ein delegatión frá dønum, men Løgtingið byggir sína fatan á, at valdið er hjá Føroya Fólki. Samanumtikið kann sigast, at stjórnarættarliga eru føroyingar og danir samdir um at vera ósamdir.
Hóast formliga fatanin hjá dønum er restriktiv, so eru tó greiðar ábendingar um, at politski veruleikin er ein annar.
Serstakliga kemur hetta til sjóndar í felagsyvirlýsingunum gjørdar eru av løgmonnum og forsætismálaráðharrum farnu árini, notatum í forsætismálaráðnum og svarum, sum forsætismálaráðharrin hevur givið í Fólkatinginum.

Forsætismálaráðið segði m.a. í 1998, "...at hjemmestyreloven efter ministeriets opfattelse under alle omstændigheder er en lov af en særlig karakter, hvilket allerede lovens særlige indledning gør klart.... at det for ministeriet ingen tvivl er om, at loven politisk og moralsk betragtes som en overenskomst mellem Danmark og Færøerne, som ikke bør ændres ensidigt af de danske myndigheder uden samtykke fra hjemmestyrets organer".

Sum svar uppá fyrispurning í Fólkatinginum í 2000 segði forsætismálaráðharrin:
"Jeg vil gerne sige meget tydeligt: Det vil også være muligt at udvikle et nyt selvstyres uigenkaldelige stilling med en sikkerhed for, at Danmark ikke engang i fremtiden kan tage det fra det færøske folk, som en gang er givet, at Danmark ikke engang i fremtiden kan tage selvstyret igen eller forringe kompetencen. Selvstyret vil ikke kunne tilbagekaldes, og det vil kunne meddeles alle FNs medlemslande, at det nuværende hjemmestyre afløses af et nyt selvstyre".

Í felagsyvirlýsing millum forsætismálaráðharrin og løgmann januar 2002 varð staðfest:
1) "Regeringen er indstillet på at samarbejde om Landsstyrets ønsker om overtagelser af yderligere sagsområder inden for grundloven og rigsenhedens rammer".
2) "Regeringen og Landsstyret vil efter Landsstyrets ønske indlede forhandlinger om overtagelse af de sagsområder, som hjemmestyreloven ikke giver mulighed for, med henblik på politisk stillingtagen. Regeringen vil på dette grundlag medvirke til at skabe et lovgrundlag for disse sagsområders overtagelse."


Allir flokkar játtaðu felagsyvirlýsingina. Ja, onkur skýrdi hana sjey-míla fet móti fullveldinum. At flokkarnir í løgtinginum samfelt stuðlaðu yvirlýsingini var eisini ein staðfesting av grundlógini undir okkara stjórnarskipan. Staðfesting, sum eisini var í samljóði við politiska gerandisveruleikan, har skiftandi løgting, landsstýri og stýrisskipan uttan íhald hava virkað í samsvari við ásetingarnar í grundlógini. 

4. apríl 2005 var yvirlýsing millum løgmann og forsætismálaráðharran staðfest, sum gjørdist grundarlag undir yvirtøkulógini, sum seinni gjørdist nýggi veruleikin millum Føroyar og Danmark.


Felagsyvirlýsingin varð orðað soleiðis:


Við støði í núverandi stjórnarskiparnarligu støðu Føroya og samsvarandi sjálvsavgerðarrætti Føroya fólks sambært altjóðarætti eru Føroya Løgmaður og Danmarkar Forsætismálaráðharri samdir um (nakað stytt):


• At virka fyri at fremja skipan, har føroyskir myndugleikar kunnu taka ábyrgdina av øllum málum og málsøkjum, undantikið ríkisstjórnarskipan, ríkisborgararættur, Hægstirætur, uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur umframt gjaldoyra og peningapolitikkur.
• At einstøku yvirtøkurnar verða framdar sambært føroyskari avgerð og á ein slíkan hátt, at føroyskir myndugleikar taka við útreiðslum, ið eru tengdar at málsøkjunum og føstum ognum, sum eru beinleiðis knýtar afturat teimum.

Heimastýrislógin er úrslit av politiskum samráðingum. Avbjóðingin hevur verið í mun til sjórnarskipanarligu tulkingarnar, men er fatanin í dag, at heimastýrislógin (og eisini yvirtøku- og uttanríkispolitisku lógirnar) er í ósamsvari við grundlógina. Semja er tó um, at stjórnarskipanarrættliga hevur heimastýrislógin fult gildi.
Danmarks Riges Grundlov sigur í § 1: "Denne grundlov gælder for alle dele af Danmarks Rige". Hetta er greið staðfesting, men hon er ikki í samsvari við veruleikan.
Í § 3 stendur: "Den lovgivende magt er hos kongen og folketinget i forening. Den udøvende magt er hos kongen". Síðani 1948 hevur henda áseting ikki verið galdandi fyri Føroyar í yvirtiknum málsøkjum.
Í § 43 í grundlógini stendur. "Ingen skat kan pålægges, forandres eller ophæves uden ved lov; ejheller kan noget mandskab udskrives eller noget statslån optages uden ifølge lov", og í § 73 í grundlógini verður sagt, at ognartøka bert kan verða framd við heimild í lóg.
Hóast hesar greiðu ásetingar í grundlógini, so eru beinleiðis og óbeinleiðis skattir føroysk sermál og tað sama er eisini galdandi í sambandi við ognartøku.
Løgtingslógir hava hava fullkomið lógvirði (eisini í millumtjóða samskiftum), staðfestar av løgmanni, og hava sama status sum lógir viðtiknar í Fólkatinginum, staðfestar av kongi.
Aftur her er frávik frá § 3 í grundlógini (sí omanfyri) eins og § 41, stk. 2 sum sigur: "Et lovforslag kan ikke endeligt vedtages, forinden det tre gange har været behandling i folketinget".
Ella sum navnframi professarin í altjóðarætti, Ole Spiermann, sigur í greinini "Vore grundlovstridige hjemmestyreordninger" í Juristen fyri ári síðani, um heimsstýris- og grundlógina (heimild er fingin frá OS til beinleiðis endurgevingar):
"Hjemmestyreordningerne lever deres eget liv, ikke i kraft af grundloven, men i kraft af fravigelse af grundloven".
Viðari sigur Spiermann: "Det er en sjældent ubekvem konklusion, og det er en konklusion, som forfatningsjurister ofte er veget tilbage for. Litteraturen har været rig på klare konklusioner om, at en fremtidig hjemmestyreordning gående ud på dette eller hint ville være grundlovsstridig. Men de konklusioner har ganske fortonet sig, når ordningen ikke længere lå hengemt i fremtiden, men havde vundet politisk gehør og var blevet til. Også regeringen har løbende måtte revidere sine syn på grænser for hjemmestyre. Ofte er det sket med bemærkning om, at tidligere tilkendegivelser så alligevel ikke var strengt forfatningsretlige, men mere politiske. I virkeligheden var tilkendegivelserne blot blevet retshistoriske.
Under en forfatningskamp som denne er forfatningsret andet og mere end statiske, juridisk udlagte regler i toppen af et regelhierarki, der består uforan¬dret indtil næste formelle ændring. Forfatningsret er også en politisk drevet, dynamisk proces i dialog med praksis, love og aftaler. Deltagere i processen har fået ét svar, hvis der blev spurgt til de aktuelle grænser for en hjemmestyreordning, og et andet svar, hvis spørgs¬målet gik på, hvilke grænser der måtte iagttages for at sikre den forfatningsretlige gyldighed af en forestående ændring eller udvidelse af ordningen. Processens form har været aftaler mellem regering og hjemmestyre som udmøntet i lovgivning; processens grundlag har været erkendelse af Færøernes og Grønlands særstilling i national, historisk og geografisk henseende; og processens mål har været bevarelse af rige og rigsfællesskab. I stedet for at forcere selvstændighed har hjemmestyreordningerne undergået en fortsat udvikling.
Processen har brudt med grundlovens tekst og grundlovsfædrenes forestillinger og dermed med almindeligt antagne grænser for grundlovsfortolkning (feit skrift, red.). Hjemmestyreordningerne er grundlovsstridige, men forfatningsretligt gyldige; ordningerne er gyldige ikke i kraft af, men på trods af grundloven".
Víðari sigur Ole Spiermann m.a. um ríkiseindina:
"Det er i dag almindeligt accepteret, at der ikke er kvantitative grænser for hjemmestyreordningern. Der er ingen forfatningsretlig grænse for hjemme¬styrets omfang. Som fastslået af Justitsministeriet gælder det almindelige delegationsforbud ikke. Det giver næsten sig selv, al den stund lovgivende myndighed til det grønlandske hjemmestyre er overladt en bloc inden for bredt definerede sagsområder, mens der til det færøske hjemmestyre er givet mulighed for overladelse af al kompetence bortset fra enkelte udvalgte sagsområder.
Hvad der står tilbage, er indholdsmæssige eller kvalitative grænser - sagsområder, der er forbeholdt riget på grund af et særligt indhold eller en særlig kvalitet, ikke på grund af deres omfang. Herom står dagens forfatningskamp. Efter regeringens opfattelse er fem sagsområder forbeholdt riget som enhed: statsforfatning, statsborgerskab, Højesteret, udenrigs-, sikkerheds- og forsvarspolitik samt valuta- og pengepolitik. Alt andet kan gå over, og det giver den færøske hjemmestyreordning nu mulighed for, forudsat hjemmestyrets kompetence begrænses til den pågældende rigsdel. Tidligere var rigsanliggenderne mere talrige. Selve tanken om en udtømmende liste over anliggenderne blev afvist som forfatningsretligt udelukket. De nuværende kun fem sagsområder er resultatet af en proces.
Under forberedelsen af den grønlandske hjemmestyreordning kom Statsministeriet i 1975 tilbage hertil. De afvigelser, som kunne konstateres mellem den færøske hjemmestyrelov og 1871-ordningen for Island, blev nu ført tilbage til grundloven:
"Den færøske hjemmestyrelov bygger ... på den opfattelse, at følgende anliggender må betragtes som rigets fællesanliggender, der ikke vil kunne henlægges under hjemmestyret, hverken ved ensidig beslutning eller efter nærmere forhandling mellem rigets og hjemmestyrets myndigheder (hjemmestyrelovens § 6):
1. Statsforfatningen, herunder de øverste statsmyndigheder, valgret og valgbarhed til folketinget, rigsdelens repræsentation i folketinget, retsplejen og frihedsrettighederne.
2. Statsborgerbegrebet, pas, visa, statssymboler (hvilket ikke udelukker etablering af lokale ordninger, jfr. hjemmestyrelovens §§ 10-12).
3. Udenrigspolitiske anliggender. En adgang for hjemmestyret til selv at indgå aftaler vedrørende forhold, der udelukkende angår den pågældende rigsdel, bygger på konkrete fuldmagter fra rigets myndigheder, og kun disse kan forpligtes folkeretligt (hjemmestyrelovens § 8, stk. 4).
4. Forsvar.
5. Rigets finanser, Nationalbanken, seddeludstedelse, mønt, mål og vægt, valuta.
6. De almindelige lovsystemer for personret, familieret, arveret samt formueret.
7. Strafferetspleje, fængselsvæsen.(43)
Det ville ifølge Statsministeriet være uforeneligt med forudsætningen om rigets enhed at overlade retsplejen (nr. 1), den borgerlige ret (nr. 6) og strafferetspleje og fængselsvæsen (nr. 7). Der var med andre ord tale om grænser for lovgivning og dermed grænser af forfatningsretlig karakter.
Ud over de syv nævnte sagsområder kom råstoffer i undergrunden, der i hjemmestyrekommissionens arbejde var udskilt til særskilt behandling. Også her stødte arbejdet på forfatningsretlige grænser, om end de ikke blev klarlagt i alle enkeltheder under kommissionens arbejde. Derimod tilkendegav statsministeren i 1982, at det var forfatningsretligt udelukket, at dette sagsområde helt eller delvist kunne overføres til det færøske hjemmestyre som særanliggende. Nok var det nævnt på liste B i bilaget til den færøske hjemmestyrelov, men under forbehold. Og det forbehold havde siden 1948 fået en helt anden økonomisk og politisk betydning.
På den baggrund var det en politisk og forfatnings¬retlig sensation, da statsministeren ti år senere, i efteråret 1992 midt under en færøsk bankkrise, vendte på en tallerken og udnyttede muligheden i den færøske hjemmestyrelov for at overlade råstoffer i undergrunden som sagsområde.
I 1997 blev der åbnet op for, at også retspleje og strafferet kunne overlades.
Yderligere tilbagetrækning af forudsætningen om rigets enhed skete i 2000 som svar på færøske krav om selvstændighed. Nu kunne også familie- og arveret gå over.
Senere blev muligheden for en negativliste accepteret - den negativliste, der i dag er nede på fem sagsområder .... I regeringens argumentation er forudsætningen om rigets enhed i dag trængt i baggrunden. Argumentationen søges i videst muligt omfang bundet op på grundlovens tekst. Men teksten er ikke skrevet med det formål at trække grænser mellem rige og rigsdel, og i sidste ende er forudsætningen om rigets enhed fortsat central".
Vísandi til omanfyristandandi kann vera spurt hvaðar leiðin gongur. Spurningurin er neyvan stjórnarrættarligur, men ístaðin politiskur.
Gongdin síðani 1948 vísir greitt, at stjórnarrættarliga eru mørkini áhaldandi flutt. Í dag eru bara fimm málsøki, har heimildirnar burturav eru danskar. Spurningurin er nær hesi, heilt ella lutvíst, verða flutt føroyskum myndugleikum at umsita.
Óivað er okkurt mark, har ríkisfelagskapurin so verður sagdur at vera burtur, men hinvegin, so lýsir gongdin farnu hálva øldina, at nýggjar allýsingar av støðu Føroya mótvegis Danmark hava sæð dagsins ljós so hvørt málsøki eru flutt Løgtinginum at lóggeva um.
Í altjóðagerðini gerst tað meira og meira átrokandi, at Løgtingið og Landsstýrið finna felags stev, har slóðað verður fyri, at samskifti og samhandil við altjóða felagsskapir gerast reellir møguleikar, har okkara áhugamál ikki verða darvað av løgligum ella tekniskum forðingum.
Serstakliga í spurninginum í mun til EFTA, EBS og/ella ES-limaskap er tað av avgerandi týdningi, at okkara heimildir gerast optimalar, og at vit frítt kunnu virka fyri loysnum, har vit í minsta mun er darvað av formligum forðingum millum ríkispartarnar.
Í undanfarnu valskeiðum vóru framdar fleiri yvirtøkur.Yvirtøkulógin gjørdist vegamótið í so máta.
Vísandi til omanfyristandandi, eigur landsstýrið at taka stigið at fara undir samráðingar við danir um skipan av nýggjum sáttmála landanna millum. Verandi skipan, har partarnir eru samdir um at vera ósamdir, er ikki haldgóð í longdini.


Nýggjur sáttmáli/avtala millum Føroyar og Danmark eigur at tryggja, har Føroyar t.d. vera viðurkendar sum umveldi í frælsum felagsskapi við Danmark. Aðrar samsvarandi skipanir við somu møguleikum eiga eisini at vera royndar.


Við broyttari skipan skulu Føroyar verða viðurkendur partur í altjóða høpi, ið hava myndugleika at skipa fyri millumtjóða avtalum á stjórnarstigi. Hetta fer at hava avgerandi týdning vilja vit limaskap í millumtjóða felagsskapum. Við nýggjari skipan kunnu vit innanvert ríkisfelagsskapin náa møguleikunum. Alternativið er, at vit flyta okkum frá ríkis- til ríkjafelagsskap.


Røkka vit nevndu heimildarmálum, so eru viðurskiftini millum Føroyar og Danmark komin á beint med alla.


Sum lýst omanfyri, so eru stjórnarrættarligu viðurskiftini Føroyar og Danmarkar millum áhaldandi broytt og ment farnu mansaldrarnar. Allýsingarnar av ríkiseindini og fatanin av okkara støðu til grundlógina er broytt samsvarandi.


Hvat heiti nýggja skipanin við Danmark fer at hava hevur annars minni týdning, bara vit náa endamálinum, at vit í millumtjóða samstarvinum kunnu gera sáttmálar uttan at okkara sjálvsavgerðarrættur fer fyri bakka.


Ein leiðin er frælsur felagsskapur ella samsvarandi, har sáttmáli ásetur myndugleikabýti landanna millum. Um skipanin er sambærlig við grundlógina, velst um innihald og politiska viljan at tulka grundlógina. Endamálið eigur at vera, at vit gera vit sáttmála millum javntstillaðar partar.


Fyri hálvari øld síðani var óhugsandi, at Føroyar fingu politiskan avgerðarrætt, sum nú er viðtikin veruleiki. Fyri bara fáum árum síðani var allýsingin av ríkiseindini tengd at hópin av málum, sum nú eru fatað av yvirtøkulógini, sum Løgtingið einvegis kann yvirtaka.


Við yvirtøkulógini eru bert 5 øki, sum nú eru karmar um ríkiseindina. Spurningurin er tí, hvørji av hesum økjum í næsta umfari kunnu verða allýst sum mál, sum Løgtingið av sínum eintingum kann yvirtaka og sum t.d. geva Føroyum heimildir at samráðast um millumlanda sáttmálar?
Samanumtikið eru mørkini og definitiónirnar av ríkiseindini áhaldandi broytt. Niðurstøðan er, at vit virka í eini livandi og smidligari skipan, har politiskur vilji og handalag treyta úrslitini.


Í sínum vaksandi samskifti og samstarvi við ES síggja danir eisini óivað týdningin av og skilagóða í, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark áhaldandi verða tillagað.


Hugsast kann, at viðurskiftini millum Grønland og Danmark farnu árini, har miðvíst hevur verið arbeitt við nýggjari sjálvsstýrislóg landanna millum, hevur seinkað stjórnarrættarligu menningini millum Føroyar og Danmark. Nú politisk semja millum Grønland og Danmark er staðfest, og at grønlendska fólkið við stórum meirluta á fólkaatkvøðu hevur játtað skipanina, eru helst møguleikar fyri, at danska stjórnin er meira hugað í tulkingunum av grundlógini viðvíkjandi stjórnarrættarligu viðurskiftunum Føroyar og Danmarkar millum.


Við hesum í baksýni og framtíðarstøðu Danmarkar mótvegis ES in mente, er løtan helst lagalig hjá løgmanni/landsstýrinum í samráðingum at troyta nýggjar leiðir millum Føroyar og Danmark. Leiðir og úrslit, sum eru neyðugar skal tað eydnast okkum at gagnnýta teir møguleikar, sum kunnu treyta optimalan framburð fyri Føroyar.


Við støði í hesum viðmerkingum verða omanfyrinevndu spurningar settir løgmanni.



Á Løgtingi 1. august 2012


Bjarni Djurholm, løgtingsmaður



Fólkaflokkurin á Facebook Fólkaflokkurin á Youtube Fólkaflokkurin á Picasa Fá tíðindi frá Fólkaflokkinum

KYKMYNDIR

A-LIÐIÐ
Aibritt á Plógv Albert Ólav Ellefsen Annika Olsen Bjarni Djurholm
Bogi Andreasen Brandur Sandoy Brynhild Setberg Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Eyðstein Ó. Poulsen Hákun Steingrímsson Halla Gullfoss Hanus Samró
Heini Magnussen Jacob Vestergaard Jákup Mikkelsen Jens Kristian Rasmussen
Joen Magnus Rasmussen Jógvan á Lakjuni Jógvan Thomsen Jóhanna Christiansen
Jonna Joensen Jørgen Niclasen Malan Johansen Niels Petersen
Pauli T. Petersen Petur (á Lava) Olsen Rigmor Rasmussen Rodmundur Nielsen
Rói Matras Absalonsen Símun Gullaksen Súsanna Niclasen Wilhelm Nygaard

TÍÐINDI

Endaligt punktum í flogvallarmálinum (22-05-2013)

Fíggjarmálaráðharrin avgreitt meira enn 30 lógarmál hesa tingsetuna (20-05-2013)

Fíggjarmálaráðharrin vitjar í Norðoyggjum (17-05-2013)

Hanus Samró hartar ES og Damanaki (15-05-2013)

Nei Hergeir, søgan um “Fountain house” heldur fram (08-05-2013)

Eftirlønarlógin loksins samtykt (06-05-2013)

MVG-broyting kann nú stimbra vøkstur og útvega fjølbroyttari bústaðir (04-05-2013)

Útbúgvingar og fólkavøkstur (02-05-2013)

- Sanniliga kunnu vit øll gleðast! (22-04-2013)

Helle hermir! (19-04-2013)

Uppvenjing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi (20-03-2013)

Tvey fet frá marknagilsdeplinum! (18-03-2013)

Pauli T. Petersen á ting fyri fólkaflokkin (15-03-2013)

Ársaðalfundur (12-03-2013)

Eldrapolitikkur, nýggj heim og framtíðar avbjóðingar (10-03-2013)

Viðareiðisvegurin skjótt søga (09-03-2013)

Nú hækka skattafríu samsýningarnar til teirra, sum gera sjálvboðið arbeiði í ítróttafeløgum (09-03-2013)

Reinsaríið í Tórgøtu verður spælistað (06-03-2013)

Jørgen Niclasen, landsstýrismann hevur hitt íslendska fíggjarmálaráðharran Katrínu Júlíusdóttir (06-03-2013)

Veita bíligari leigubústaðir og stimbra vøkstri í byggivinnuni (02-03-2013)

Havnar Framburðsfelag (27-02-2013)

Tunnil undir Tangafirði (16-02-2013)

Umlegging av skattaskipan sparir rakstrarútreiðslur hvørt ár (15-02-2013)

Nýtt Búskaparráð valt (01-02-2013)

SNAR SLÓÐIR




Leita:  
Forsíðan
- Greinar
- Limatekning
- Sig tína hugsan
- Fá tíðindi

A-liðið
- Løgtingsmenn
- Løgtingsvalevnir
- Fólkatingsvalevnir

Hugsjónir
- Stevnuskráin
- Løgtingsvalskráin
- Fólkatingsvalskráin
Flokkurin
- Starvsnevndin
- Floksleiðslan
- Bygnaður

Feløgini
- Norðoyar
- Eysturoy
- Norðstreymoy
- Vágar
- Tórshavn
- Sandoy
- Suðuroy
- Huxa

Floksformaður
Jørgen Niclasen
Telefon 21 21 16
jorgenn@logting.fo

Floksskrivari
Aage Arnoldson
Telefon 555 333
aage.arnoldson@kallnet.fo

Skrivari hjá tingbólkinum
Winnie Andreasen
Telefon 21 24 91
folkaflokkurin@logting.fo
Fólkaflokshúsið
Jónas Broncksgøta 29
100 Tórshavn
Telefon 31 82 10

Floksskrivstovan
Áarvegur 2
100 Tórshavn
Telefon 31 24 91
folkaflokkurin@logting.fo
© 2011 Fólkaflokkurin