Fólkaflokkurin |     Limatekning | Fá tíðindi  RSS - Tíðindi frá Fólkaflokkinum | Sig tína hugsan | Skráset eina slóð
Leita:  
A-LIÐIÐ  Klár til verk-A
TÍÐINDI HUGSJÓNIR A-LIÐIÐ UM FLOKKIN
Tíðindi og politikkur
Tíðindi

Hallið burtur í 2015
Ein samd fíggjarnevnd vil hava hallið á fíggjarlógini burtur í 2015. Fíggjarnevndin kolldømir uppskotinum frá landsstýrismanninum í figgjarmálum.

Tí sambært honum, skal hallið í 2015 vera heili 529 mió. kr. Fíggjarnevndin metur, at um ætlanin hjá honum verður fylgd kemur samfelagið beint í skuldarfelluna har ið rentubyrðan trýstur vælferðina niður. Nágreiniliga kann sigast, at rentan hevði verði kr. 100.000,- um dagin, svarandi til uppsøgn av einum almennum starvsfólki triðja hvønn dag. 


Fíggjarnevndin ynskir í høvuðsheitinum minka um stiðvíst at minka um almennu útreiðslurnar samstundis sum man ynskir at føra ein virksemisskapandi politikk.  


Hallið á fíggjarlógini er størsta avbjóðingin Løgtingið hevur fyri framman. Alneyðugt er at fáa hallið burtur, men samstundis gera tað í eini tilgongd, har ið samfelagið kann vaksa. 


Anfinn Kallsberg og Bill Justinussen hava í álitinum nakrar serstakar viðmerkingar eitt nú, at um ikki fíggjarpolitikkurin verður lagdur í tryggari karmar, er vandi fyri, at Føroyar við tíðini kunnu enda í somu støðu sum Grikkaland. Og at í uppskoti landsstýrismansins verða stórar rokningar sendar familjum og vinnu. Teir eru sannførdur um, at tílík átøk fara at minka um búskapin, og fer væntaði inntøkurvøksturin tí als ikki at halda. Teir vísa á, at í flestu londum rundan um okkum verða heldur stimbrandi átøk fram. Hetta fyri at skapa ein neyðugan búskaparvøkstur. Og tískil taka teir ikki undir við ætlaðu inntøkulógunum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, men mæla heldur til ein virkisskapandi politikk, sum kann vaksa um samfelagið og harvið eisini um landskassans inntøkur.

http://www.logting.fo/files/casestate/10139/165.09%20Alit%20Karmar.pdf



TÍÐINDI

Ferðslutrygdararbeiðið hevur gjørt mun (01-09-2010)

Tað skal kosta at dálka havumhvørvið (07-08-2010)

Nýggjur skrivari í Fólkaflokkinum (04-08-2010)

Summarfrí (10-06-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

HUXA ynskir ein einkultan (07-05-2010)

Hanus Samró formaður í HUXA (23-04-2010)

Antin skil á búskapin nú – ella eina enn verri upptøku seinni (31-03-2010)

Sjófólk fyri skotum (22-03-2010)

Jóannes Eidesgaard mælti til 2 ára lønarsteðg (13-03-2010)

Áheitan á løgmann ! (13-03-2010)

Fólkaflokkurin og fólkakirkjan (11-03-2010)

Rætt skal vera rætt (28-02-2010)

Ognarskatt, nei takk! (28-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Arbeiðs- og familjulívið í javnvág? (09-02-2010)

Viðvíkjandi vakstrarpakka og arbeiðsskapandi tiltøkum (04-02-2010)

Vegamótið? (01-02-2010)

Tíðin ikki farin frá Grønu Oynni (25-01-2010)

Er kaffi beiskt? (25-01-2010)

Fólkaflokkurin vil minka køkuna (21-01-2010)

Poul spyr Løgmann økismenningarpolitikk (19-01-2010)

Aðalfundurin hjá HUXA 30. Januar 2010 (14-01-2010)

Veruligt vakstrarfremjandi tiltak (13-01-2010)

Undarlig almenn tøgn (13-01-2010)

Fólkatilfeingið í Føroyum má gagnnýtast betur (06-01-2010)

Plaseringin av nýggja heilsutrygdarstovninum (03-01-2010)

Gleðilig jól og gott nýggjár (22-12-2009)

Asfaltering skal bjóðast út (09-12-2009)

Poul Michelsen spyr um leiðsluhátt landsstýrismanna (07-12-2009)

HUXA hevur aðalfund 30. Januar 2010 (07-12-2009)

HUXA á IYDUráðstevnu (07-12-2009)

Konservativ Ungdom á landsfundin hjá HUXA (07-12-2009)

Bjarni spyr um brúksskyldu (07-12-2009)

  © 2008 Fólkaflokkurin - Jónas Broncksgøta 29 - 100 Tórshavn - Telefon +298 31 24 91 - Telefax +298 32 20 91 - folkaflokkurin@logting.fo