Fólkaflokkurin |     Limatekning | Fá tíðindi  RSS - Tíðindi frá Fólkaflokkinum | Sig tína hugsan | Skráset eina slóð
Leita:  
A-LIÐIÐ  Klár til verk-A
TÍÐINDI HUGSJÓNIR A-LIÐIÐ UM FLOKKIN
Tíðindi og politikkur
Tíðindi

Sópa fyri egnum durum
Okkara boð er greitt. Landshúsarhaldið má sópa fyri egnum durum, heldur enn at senda rokningina víðari til einstaka húsarhaldið. Vit siga nei at leggja fleiri byrðar á familjurnar. Latum okkum heldur fáa skil í almenna húsarhaldið, so tað ikki gerst eitt ørmundarhús.



Vit ávara móti at senda fleiri rokningar út til húsarhaldið og vinnulívið. Allastaðni í heiminum ljóðar sama ávaring. Hækka tit avgjøld og skattir meir, verður tað trupult hjá fólki og vinnulívinum at klára seg.


 


Heimini kring landið hava ikki skapt undirskotið á fíggjarlógini. Vit politikarar hava megnað hetta sjálvir. Tí mugu  politisku flokkarnir taka í egnan barm. Allir flokkar hava verið við í útreiðslugildinum. Nú eiga allir flokkar eisini at taka uppvaskið.


 


Vit hava næsthægsta skattatrýst í heiminum. Danmark hevur tað hægsta. Samstundis vísa kanningar, at tað er væl dýrari at liva í Føroyum enn í Danmark. Tí er tað ongin gongd leið hjá tí almenna at senda fólki enn fleiri rokningar.


 


Vinnan hevur tað sera trupult. Yvir 300 vinnufeløg komu í fútarættin í fjør og longu eftir 1 mánaða í ár eru yvir 30 fyritøkur sendar rættinum. Støðan er álvarsom. Løgting og landsstýri mugu leggja doyðin á at betra um karmarnar hjá vinnuni. Fjálga vit um vinnuna, skapa vit vøkstur og harvið størri inntøkur til landskassan. Senda vit fleiri rokningar til vinnulívið, leggja vit stein omaná byrðu. Og so verður lívið tikið av hønuni, sum verpur eggini, vit øll skulu liva av.


 


Útreiðslurnar hjá tí almenna eru so stórar, at ein skal næstan vera blindur fyri ikki at fáa eyga á  trupulleikan. Seinastu tíggju árini eru útreiðslurnar hjá tí almenna hækkaðar 80%. Í sama tíðarskeiði  eru inntøkurnar bert er vaksnar 30%.  Tað almenna hevur livað yvir evni, og tað ber ikki til í longdini.


 


Vit politikarar mugu sjálvir taka ábyrgdina og fáa skil uppá útreiðslurnar hjá tí almenna. Tað sømir seg ikki at senda rokninga víðari til barnafamiljunar, sum frammanundan stríðast at fáa endarnar at røkka saman.


 


Vit mæla til at gera eina breiða politiska semju, soleiðis at vit fáa skil í almenna búskapin. Tað er neyðugt at gera langtíðar ætlanir fyri inntøkur, útreiðslur og løgur, við tí máli at hallið á fíggjarlógini skal burtur. Soleiðis framtíðartryggja vit vælferðina hjá fólki her á landi.


 


 


Jørgen Niclasen, floksformaður                  Jákup Mikkelsen, form.í tingbólkinum


 


 



TÍÐINDI

Ferðslutrygdararbeiðið hevur gjørt mun (01-09-2010)

Tað skal kosta at dálka havumhvørvið (07-08-2010)

Nýggjur skrivari í Fólkaflokkinum (04-08-2010)

Summarfrí (10-06-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

HUXA ynskir ein einkultan (07-05-2010)

Hanus Samró formaður í HUXA (23-04-2010)

Antin skil á búskapin nú – ella eina enn verri upptøku seinni (31-03-2010)

Sjófólk fyri skotum (22-03-2010)

Jóannes Eidesgaard mælti til 2 ára lønarsteðg (13-03-2010)

Áheitan á løgmann ! (13-03-2010)

Fólkaflokkurin og fólkakirkjan (11-03-2010)

Rætt skal vera rætt (28-02-2010)

Ognarskatt, nei takk! (28-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Arbeiðs- og familjulívið í javnvág? (09-02-2010)

Viðvíkjandi vakstrarpakka og arbeiðsskapandi tiltøkum (04-02-2010)

Vegamótið? (01-02-2010)

Tíðin ikki farin frá Grønu Oynni (25-01-2010)

Er kaffi beiskt? (25-01-2010)

Fólkaflokkurin vil minka køkuna (21-01-2010)

Poul spyr Løgmann økismenningarpolitikk (19-01-2010)

Aðalfundurin hjá HUXA 30. Januar 2010 (14-01-2010)

Veruligt vakstrarfremjandi tiltak (13-01-2010)

Undarlig almenn tøgn (13-01-2010)

Fólkatilfeingið í Føroyum má gagnnýtast betur (06-01-2010)

Plaseringin av nýggja heilsutrygdarstovninum (03-01-2010)

Gleðilig jól og gott nýggjár (22-12-2009)

Asfaltering skal bjóðast út (09-12-2009)

Poul Michelsen spyr um leiðsluhátt landsstýrismanna (07-12-2009)

HUXA hevur aðalfund 30. Januar 2010 (07-12-2009)

HUXA á IYDUráðstevnu (07-12-2009)

Konservativ Ungdom á landsfundin hjá HUXA (07-12-2009)

Bjarni spyr um brúksskyldu (07-12-2009)

  © 2008 Fólkaflokkurin - Jónas Broncksgøta 29 - 100 Tórshavn - Telefon +298 31 24 91 - Telefax +298 32 20 91 - folkaflokkurin@logting.fo