1. Metir løgmaður seg at hava ábyrgdina av teimum avgerðum, landsstýrismenn taka, tá teir m.a. flyta almennar stovnar?
2. Hvat hevur løgmaður gjørt fyri at tryggja, at samgonguskjalið verður hildið, tá talan hevur verið um at flyta almennar stovnar ella umsitingarligar eindir?
3. Er ein miðvísur umsitingarligur økismenningarpolitikkur orðaður soleiðis, sum avtalað í samgonguskjalinum? Um so er, hvørjir fyrimunir eru við at flyta teir stovnar, sum ætlanin er at flyta?
4. Um ein miðvísur umsitingarligur økismenningarpolitikkur er orðaður – ber so til, at hesin verður almennur ?
Viðmerkingar
Ein sera óvirðilig og óproffesionel mannagongd hevur vunnið sær rætt innan leiðsluhátt landsstýrismanna.
Upp á kvamsvís loyva landsstýrismenn sær at flyta umsitingarligar eindir úr einum stað til eitt annað. Grundgevingin fyri flytingunum - við onkrum einstøkum undantaki – hava tað til felags, at stovnarnir verða fluttir til økir, har avvarðandi landsstýrismenn sjálvir búgva.
Í samgonguskjalinum hjá hesari samgonguni stendur :
“Sum liður í miðvísum økismenningarpolitikki verða nýggir almennir stovnar lagdir út um landið, har tað kann gerast við fyrimuni.”
Kann næstan ikki sigast betur og týðiligari.
At samgonguskjalið er orðað soleiðis, er ikki av tilvild.
Ætlanin var, at ein skipað mannagongd frameftir skuldi taka yvir, og koma ístaðin fyri umsitingarliga skilaloysið á hesum økinum.
Avtalan skuldi lýsa ein ábyrgdarfullum umsitingarligan politikk. Ein politikk, sum umframt at taka atlit til økismenningina, eisini skuldi virða virksemið hjá verandi stovnum og geva teimum starvsfólkum, sum har virka, trygg arbeiðskor. Og at tær avgerðir, sum møguliga broyttu arbeiðsviðurskiftini, vóru virðiligar og væl grundaðar.
Hóast hesa greiðu samgonguavtalu, uppliva vit næstan dagliga, at landsstýrisfólk alment boða frá nýggjum flytingum av almennum stovnum. Talan hevur ikki bert verið um nýggjar stovnar, men eisini um verandi stovnar.
Vit hava eisini hoyrt javnaðartingmann alment upplýst, at hann frá egna flokki sínum
hevur fingið lovað, at ávísur stovnur skal flytast til Sands, har hann býr.
Eisini hoyra vit um, at ætlanir eru um at flyta m.a. Fiskiveiðieftirlitið til Suðuroyar, har landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum býr.
Álagt er løgmanni at hava eftirlit við landsstýrismonnunum, og væl saktans eisini við at samgonguskjalið verður hildið.
At spurningarnir verða settir skyldast, at undirritaði ikki vil leggja navn til, at landsstýrismenn – hvør í sínum lagi – gera sum teir halda tænir teirra persónligu politisku tilveru best.
Vit hava gjørt eina avtalu um, hvussu almennir stovnar skulu virka í einum nýggjum orðaðum økismenningarpolitikki, og hatta eigur løgmaður at tryggja hendir.