|
Tíðindi og politikkur
|
|
Tíðindi
|
|
|
Asfaltering skal bjóðast út
Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, hevur reist málið á landsstýrisfundi, um at fáa kapping í lag á økinum, soleiðis at asfaltering (asfaltsálegging) eisini verða boðin út til privat virki, tá verkætlanir innan íløgur í landsvegir skulu gerast
|
Landsverk umsitur játtanir landsins innan vegagerð. Øll asfaltering hjá landinum verður nú framd av Landsverki, bæði verkætlanir (íløgur), sum verða bodnar út í fríðari kapping annars, og alt viðlíkahald.
Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, hevur reist málið á landsstýrisfundi, um at fáa kapping í lag á økinum, soleiðis at asfaltering (asfaltsálegging) eisini verða boðin út til privat virki, tá verkætlanir innan íløgur í landsvegir skulu gerast.
- Landsstýrið hevur tikið undir við málinum, og verður hetta framt við fyrsta høvi. Tað eru í løtuni tvey privat feløg í Føroyum, sum asfaltera og gera tað arbeiði sum hartil hoyrir. Tey hava at kalla alla asfaltering hjá kommununum, sum vísir at privatu fyritøkurnar eru kappingarførar.
- Ein størri marknaður kann sum frá líður merkja, at fleiri fyritøkur koma inn á marknaðin. Ein virkin kapping fer at merkja at kostnaðurin fyri vegagerð lækkar, og at samfelagsliga tilfeingisnýtslan verður betri, til gagns fyri fyritøkur og brúkarar, sigur Annika Olsen.
|
|
|
|
TÍÐINDI
|
|
(01-09-2010)
(07-08-2010)
(04-08-2010)
(10-06-2010)
(10-05-2010)
(10-05-2010)
(07-05-2010)
(23-04-2010)
(31-03-2010)
(22-03-2010)
(13-03-2010)
(13-03-2010)
(11-03-2010)
(28-02-2010)
(28-02-2010)
(11-02-2010)
(11-02-2010)
(09-02-2010)
(04-02-2010)
(01-02-2010)
(25-01-2010)
(25-01-2010)
(21-01-2010)
(19-01-2010)
(14-01-2010)
(13-01-2010)
(13-01-2010)
(06-01-2010)
(03-01-2010)
(22-12-2009)
(09-12-2009)
(07-12-2009)
(07-12-2009)
(07-12-2009)
(07-12-2009)
(07-12-2009)
|
|