Fólkaflokkurin |     Limatekning | Fá tíðindi  RSS - Tíðindi frá Fólkaflokkinum | Sig tína hugsan | Skráset eina slóð
Leita:  
A-LIÐIÐ  Klár til verk-A
TÍÐINDI HUGSJÓNIR A-LIÐIÐ UM FLOKKIN
Tíðindi og politikkur
Tíðindi

Bjarni spyr um brúksskyldu
Bjarni Djurholm hevur sett Jacob Vestergaard fyrispurningur um brúksskyldu og endurskoðan av fiskivinnupolitikinum

Bjarni Djurholm hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum soljóðandi fyrispurning:


Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.


Fyrispurningur um brúksskyldu og endurskoðan av fiskivinnupolitikinum,
settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)


1) Hvussu gongur við arbeiðinum viðvíkjandi brúksskylduni til fiskirættindi, og nær er arbeiðið tøkt til politiska viðgerð?


2) Hvussu langt er arbeiðið komið at endurskoða fiskivinnupolitikkin, og væntar landsstýrismaðurin, at grundarlagið fyri endurskoðaðari lóg er tøkt í august 2010?


Viðmerkingar:
Í álitinum til lógaruppskotið um vinnuligan fiskiskap í august frá meirlutanum í Vinnunevndini er staðfest, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sett arbeiði í gongd um, hvør skipan er hóskilig, tá ræður um brúksskyldu til fiskirættindi, og skuldi uppskotið vera liðugt 1. november 2009.


Meirlutin vísti á, at fiskidagaskipanin, m.a. orsakað av tillagingum og broytingum, ikki hevur neyðuga gjøgnumskygnið og til fulnar livir upp til ætlaða endamálið, og at tað er neyðugt at enduskoða fiskidagaskipanina.
 
M.a. vísandi til hesi viðurskifti, skeyt meirilutin upp, at landsstýrimaðurin skjótast eigur at orða nýggjan fiskivinnupolitikk, so grundarlagið undir endurskoðaðari lóg um vinnuligan fiskiskap er tøkt, tá Løgtingið í august 2010 skal áseta fiskidagar fyri árið 2010-2011.


Á Løgtingi, tann 4. desember 2009


Bjarni Djurholm



TÍÐINDI

Ferðslutrygdararbeiðið hevur gjørt mun (01-09-2010)

Tað skal kosta at dálka havumhvørvið (07-08-2010)

Nýggjur skrivari í Fólkaflokkinum (04-08-2010)

Summarfrí (10-06-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

HUXA ynskir ein einkultan (07-05-2010)

Hanus Samró formaður í HUXA (23-04-2010)

Antin skil á búskapin nú – ella eina enn verri upptøku seinni (31-03-2010)

Sjófólk fyri skotum (22-03-2010)

Jóannes Eidesgaard mælti til 2 ára lønarsteðg (13-03-2010)

Áheitan á løgmann ! (13-03-2010)

Fólkaflokkurin og fólkakirkjan (11-03-2010)

Rætt skal vera rætt (28-02-2010)

Ognarskatt, nei takk! (28-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Arbeiðs- og familjulívið í javnvág? (09-02-2010)

Viðvíkjandi vakstrarpakka og arbeiðsskapandi tiltøkum (04-02-2010)

Vegamótið? (01-02-2010)

Tíðin ikki farin frá Grønu Oynni (25-01-2010)

Er kaffi beiskt? (25-01-2010)

Fólkaflokkurin vil minka køkuna (21-01-2010)

Poul spyr Løgmann økismenningarpolitikk (19-01-2010)

Aðalfundurin hjá HUXA 30. Januar 2010 (14-01-2010)

Veruligt vakstrarfremjandi tiltak (13-01-2010)

Undarlig almenn tøgn (13-01-2010)

Fólkatilfeingið í Føroyum má gagnnýtast betur (06-01-2010)

Plaseringin av nýggja heilsutrygdarstovninum (03-01-2010)

Gleðilig jól og gott nýggjár (22-12-2009)

Asfaltering skal bjóðast út (09-12-2009)

Poul Michelsen spyr um leiðsluhátt landsstýrismanna (07-12-2009)

HUXA hevur aðalfund 30. Januar 2010 (07-12-2009)

HUXA á IYDUráðstevnu (07-12-2009)

Konservativ Ungdom á landsfundin hjá HUXA (07-12-2009)

Bjarni spyr um brúksskyldu (07-12-2009)

  © 2008 Fólkaflokkurin - Jónas Broncksgøta 29 - 100 Tórshavn - Telefon +298 31 24 91 - Telefax +298 32 20 91 - folkaflokkurin@logting.fo