Fólkaflokkurin |     Limatekning | Fá tíðindi  RSS - Tíðindi frá Fólkaflokkinum | Sig tína hugsan | Skráset eina slóð
Leita:  
A-LIÐIÐ  Klár til verk-A
TÍÐINDI HUGSJÓNIR A-LIÐIÐ UM FLOKKIN
Tíðindi og politikkur
Tíðindi

HUXA á IYDUráðstevnu
IYDU ráðstevna hevur júst verið í Berlin 25.-30. novembur, og HUXA var við. International Youth Democratic Union er ein altjóða felagskapur, ið samlar øll centur-konservativu ungmannafeløgini í heiminum til eitt altjóða samstarv um frían handil, demokrati og kampin ímóti sosialismuni.
Saman við Junge Junion í Týsklandi, hevði IYDU skipað fyri einari fantastiskari og gjøgnumførdari ráðstevnu. Tiltakið byrjaði á Neue Museum í Berlin, har týski mentamálaráðharrin, Bernd Neumann, tók ímóti okkum.
20 ára haldið av ”Der fall der Mauer” fylti nógv á skránni. Á blaðnum BILD greiddi Kai Diekmann, redaktørur, frá, hvussu hann, út frá einum journalistiskum sjónarhorni, upplivdi fallið av múrinum. Katherina Reiche, fólkavald í týska tinginum, greiddi frá, hvussu hon sum 16 ára gomul og búsitandi í Eysturberlin fór ígjøgnum niðurbrotnað múrin inn í kapitalistiska og fría Vesturberlin. Ein ómetaliga rørandi søga.
Eingin minni enn týski kanslarin, Angela Merkel, luttók á ráðstevnuni við einari inspirerandi røðu. Hon legði stóran dent á tann stóra skaðan, sosialisman hevði givið landinum, og hvussu tey vunnu á henni. ”Vit mugu ongantíð gloyma, hvat sosialisman gjørdi ímóti okkum,” vóru hennara greiðu boð.
Fínt skuldi tað vera, og ikki minni enn 50 MBW bilar stóðu og bíðaðu eftir okkum, tá vit skuldu til Liepzig at vitja BMW framleiðsluni. Tað var heilt fantastiskt at síggja eina slíka stóra og altjóða fyritøku, ið framleiddi 700 lidnar bilar hvønn einasta dag.
IYDU ráðstevnurnar geva ungum, politiskt aktivum menniskjum eitt fantastisk høvi at skapa netverk og vinarbond tvørtur um landamørk, og tað gjørdi eg eisini, og avtalur eru komnar í lag við onnur konservativ ungmannafeløg tvørtur um heimin, sum tit heilt sikkurt koma at hoyra meira til komandi tíðina.
HUXA hevur áður havt eitt limaskap í IYDU, og tað eydnaðist at endurnýggja limaskapin.
Bjørk K. Olsen


TÍÐINDI

Ferðslutrygdararbeiðið hevur gjørt mun (01-09-2010)

Tað skal kosta at dálka havumhvørvið (07-08-2010)

Nýggjur skrivari í Fólkaflokkinum (04-08-2010)

Summarfrí (10-06-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

HUXA ynskir ein einkultan (07-05-2010)

Hanus Samró formaður í HUXA (23-04-2010)

Antin skil á búskapin nú – ella eina enn verri upptøku seinni (31-03-2010)

Sjófólk fyri skotum (22-03-2010)

Jóannes Eidesgaard mælti til 2 ára lønarsteðg (13-03-2010)

Áheitan á løgmann ! (13-03-2010)

Fólkaflokkurin og fólkakirkjan (11-03-2010)

Rætt skal vera rætt (28-02-2010)

Ognarskatt, nei takk! (28-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Arbeiðs- og familjulívið í javnvág? (09-02-2010)

Viðvíkjandi vakstrarpakka og arbeiðsskapandi tiltøkum (04-02-2010)

Vegamótið? (01-02-2010)

Tíðin ikki farin frá Grønu Oynni (25-01-2010)

Er kaffi beiskt? (25-01-2010)

Fólkaflokkurin vil minka køkuna (21-01-2010)

Poul spyr Løgmann økismenningarpolitikk (19-01-2010)

Aðalfundurin hjá HUXA 30. Januar 2010 (14-01-2010)

Veruligt vakstrarfremjandi tiltak (13-01-2010)

Undarlig almenn tøgn (13-01-2010)

Fólkatilfeingið í Føroyum má gagnnýtast betur (06-01-2010)

Plaseringin av nýggja heilsutrygdarstovninum (03-01-2010)

Gleðilig jól og gott nýggjár (22-12-2009)

Asfaltering skal bjóðast út (09-12-2009)

Poul Michelsen spyr um leiðsluhátt landsstýrismanna (07-12-2009)

HUXA hevur aðalfund 30. Januar 2010 (07-12-2009)

HUXA á IYDUráðstevnu (07-12-2009)

Konservativ Ungdom á landsfundin hjá HUXA (07-12-2009)

Bjarni spyr um brúksskyldu (07-12-2009)

  © 2008 Fólkaflokkurin - Jónas Broncksgøta 29 - 100 Tórshavn - Telefon +298 31 24 91 - Telefax +298 32 20 91 - folkaflokkurin@logting.fo