Fólkaflokkurin: Á landsfundinum hjá Fólkafundinum í gjár, var Thomas Dam, búskaparfrøðingur og formaður í Búskaparráðnum, boðin at halda fyrilestur um, hvussu vit fáa búskapin aftur á beint.
- Hóast fíggjarkreppu, hava vit gott útgangsstøði, við lítlari skuld, bæði almennari og privatari. Og so hevur almenni sektorurin verið við til at stuðla upp undir alla tíðina. ALS rindar meiri út, tá ið tíðirnar eru ringar, so tað almenna er við til at javna út ringu tíðirnar.
- Hinvegin hevur gongdin seinastu árini verið skeiv, og almenni sektorurin er øktur eini 80% síðani 2000.
Tað er ikki bert kreppan, ið gevur undirskot. Búskaparfrøðingar eru ikki á einum máli um, hvussu stóran mun hon ger, men Thomas Dam metir, at um helvtin er á einari góðari leið. Hann vísti á, at góðu árini 2006 og 07 høvdu vit bert eitt yvirskot á 150 milliónir, sum er alt ov lítið.
- Tað er eingin vanlukka at hava undirskot á fíggjarlógini, men vit mugu hava yvirskot og undirskot, ið hanga saman, og tað hava vit ikki havt, vísti Thomas Dam á.
Hann segði, at vit mugu minnast til, at vit eiga ikki allar inntøkurnar, tá tíðirnar eru góðar, og ávaraði ímóti at hækka útreiðslurnar tá.
Somuleiðis ráddi hann frá at økja um almennu tænsturnar, tá tíðirnar eru góðar, tí tað er ógjørligt at taka tær av aftur, tá ið tíðirnar verða verri aftur.
- Landskassin hevur síðani 2000 hækka sínar útreiðslur støðugt, meðan inntøkurnar eru lækkaðar. Og tað ber ikki til at hækka útreiðslurnar javnt, meðan inntøkugrundarlagið minkar, vísti Thomas Dam á.
- Vit liggja ógvuliga høgt í almennum útreiðslum í mun til londini rundan um okkum. Skattatrýstið í Føroyum er lægri enn í Danmark og Svøríki, men hægri enn í Noregi og Íslandi. Marginalskatturin í Føroyum er ógvuliga høgur.
Formaðurin í Búskaparráðnum legði eisini dent á, at vit hava eina serliga stóra avbjóðing, tá ið vit vilja veita tænastur, tí vit eru ikki størri enn ein lítil danskur provinsbýur.