Landsfundur Fólkafloksins var hildin í gjár. Uml. 80-100 fólk vóru á sjálvum fundinum, men fleiri nýttu høvi at fylgja fundinum á alnetinum. Fólkaflokkurin var fyrsti flokkur, sum sendi landsfund beinleiðis á netinum við livandi myndum og ljóði.
Hetta er aðru ferð, flokkurin fær hetta gjørt og var útgerðin hesaferð útbygd. Har vóru tvey myndatól, so skiftast kundi millum røðara og fundarfólk. Tað er Regin W. Dalsgaard, sum hevur ment skipanina.
Áhugin var stórur at fylgja fundinum og vóru tað 500 teldur, ið vóru loggaðar á fundin, bæði nær og fjar.
- Á henda hátt kunnu øll verða á landsfundi okkara, og tað er uttan mun til, hvar í heiminum fólk eru stødd. Vit meta hetta hevur týdning fyri demokratiið, sigur Jørgen Niclasen, floksformaður.