Fólkaflokkurin |     Limatekning | Fá tíðindi  RSS - Tíðindi frá Fólkaflokkinum | Sig tína hugsan | Skráset eina slóð
Leita:  
A-LIÐIÐ  Klár til verk-A
TÍÐINDI HUGSJÓNIR A-LIÐIÐ UM FLOKKIN
Tíðindi og politikkur
Tíðindi

Pensjónsreformur sparir 30 milliardir
Svenski politikarin fyri Moderaterna, Gunnar Axén, greiddi á landsfundi Fólkafloksins frá nýggju pensjónsskipanini, ið varð sett í gildi í Svøríki í 2006.

Talan er um tríggjar væleydnaðar reformar, pensjónsreformin, sjúkratrygging og vegurin aftur frá fyritíðarpensjón


 


Í Svøríki vóru tríggjar pensjónir, ein almenn, ið er taldi 74%, ein avtalupensjón, sum er ein avtala millum arbeiðsgevarar og fakfeløg, ið telur 19% og ein privat á 7%.


 


Gamla skipanin kom í gildi í 1960 og bygdi á viðurskiftini, ið tá vóru. Men hesi broyttust serliga í 70-unum og 80-unum, tá búskaparvøksturin minkaði og barnatalið hjá familjunum broyttist.


 


Talan var um eina pay as you go skipan, ið bygdi á óverulig fíggjarlig viðurskifti. Og tá komið var fram til 2015 fór skipanin ikki at virka meira.


 


Teir fýra borgarligu flokkarnir saman við javnaðarflokkinum standa aftan fyri nýggju skipanina, og tað er meiri enn 80% av svenska Ríkisdegnum.


 


Nýggja pensjónsskipanin verður fíggjað uttan fyri svensku fíggjarlógina. 18,5% verður fíggjað umvegis lønina, tó bert upp til eina inntøku á 30.000 svenskum krónum. Harav fara 2,5% til ein pensjónsfond.


 


16% fíggja inntøkupensjón.


 


Støddin á pensjónini kemur frá


Øllum lívsinntøkunum


Fíggjarligu og demagogisku menningini


Nær pensjónin verður tikin út (tó ikki fyrr enn 61 ár)


 


Úrslitið er heimsins mest støðuga pensjónsskipan.


 


Ein týðandi broyting var at avtaka sjálvvirkandi fyritíðarpensjónina hjá fólki, tá tey høvdu verið sjúkrameldað í eitt ár. Ein onnur týðandi broyting er, at fólk fáa ikki automatiskt sjúkrapengar, men bert í tann mun tey ikki megna at arbeiða.


 


Eftir trimum mánaðum sum sjúkrameldað fáa fólk bert sjúkrapening, um tey ikki kunnu gera annað arbeiði á sínum arbeiðsplássi, og eftir hálvum ári verður hetta víðkað til onnur arbeiði í økinum.


 


Tað ber ikki til at vera sjúkrameldaður í fleiri enn 914 dagar, tá ber ikki til longur at fáa sjúkrapening. Tá verða fólk send til arbeiðsávísningina, ið skal finna arbeiði til fólk, ella at endurbúgva tey.


 


Áður hevur eingin tíðaravmarking verið á longdini á sjúkrameldanini. Bert tá allir møguleikar eru troyttir, fáa fólk fyritíðarpensjón.


 


Broytingin hevur skorið sjúkradagarnar niður í helvt, eins og talið á fyritíðarpensjónistum er lækkað við 10%, og hetta hevur merkt eina sparing á 30 milliardir krónur seinastu trý árini frá oktober 2006 til oktober 2009.


 


Fyrr fyritíðarpensjóneraðust 140 fólk um dagin í Svøríki, meðan talið nú er munandi lægri.


 


Munurin á at fáa sjúkrapening ella fyritíðarpensjón og at arbeiða er somuleiðis vaksin í Svøríki. Fyrri var lítil og eingin munur á tí, fólk fingu.


 


Fyritíðarpensjónistar kunnu forvinna upp til 43.000 krónur um árið uttan at tað ávirkar pensjónina, men omanfyri tað verða 50 oyru afturhildin í pensjónini fyri hvørja krónu, ið verður forvunnin.



TÍÐINDI

Ferðslutrygdararbeiðið hevur gjørt mun (01-09-2010)

Tað skal kosta at dálka havumhvørvið (07-08-2010)

Nýggjur skrivari í Fólkaflokkinum (04-08-2010)

Summarfrí (10-06-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

HUXA ynskir ein einkultan (07-05-2010)

Hanus Samró formaður í HUXA (23-04-2010)

Antin skil á búskapin nú – ella eina enn verri upptøku seinni (31-03-2010)

Sjófólk fyri skotum (22-03-2010)

Jóannes Eidesgaard mælti til 2 ára lønarsteðg (13-03-2010)

Áheitan á løgmann ! (13-03-2010)

Fólkaflokkurin og fólkakirkjan (11-03-2010)

Rætt skal vera rætt (28-02-2010)

Ognarskatt, nei takk! (28-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Arbeiðs- og familjulívið í javnvág? (09-02-2010)

Viðvíkjandi vakstrarpakka og arbeiðsskapandi tiltøkum (04-02-2010)

Vegamótið? (01-02-2010)

Tíðin ikki farin frá Grønu Oynni (25-01-2010)

Er kaffi beiskt? (25-01-2010)

Fólkaflokkurin vil minka køkuna (21-01-2010)

Poul spyr Løgmann økismenningarpolitikk (19-01-2010)

Aðalfundurin hjá HUXA 30. Januar 2010 (14-01-2010)

Veruligt vakstrarfremjandi tiltak (13-01-2010)

Undarlig almenn tøgn (13-01-2010)

Fólkatilfeingið í Føroyum má gagnnýtast betur (06-01-2010)

Plaseringin av nýggja heilsutrygdarstovninum (03-01-2010)

Gleðilig jól og gott nýggjár (22-12-2009)

Asfaltering skal bjóðast út (09-12-2009)

Poul Michelsen spyr um leiðsluhátt landsstýrismanna (07-12-2009)

HUXA hevur aðalfund 30. Januar 2010 (07-12-2009)

HUXA á IYDUráðstevnu (07-12-2009)

Konservativ Ungdom á landsfundin hjá HUXA (07-12-2009)

Bjarni spyr um brúksskyldu (07-12-2009)

  © 2008 Fólkaflokkurin - Jónas Broncksgøta 29 - 100 Tórshavn - Telefon +298 31 24 91 - Telefax +298 32 20 91 - folkaflokkurin@logting.fo