Eini 70 fólk eru møtt á Parnassinum á Hafnia í havn til landsfund hjá Fólkaflokkinum.
Formaðurin, Jørgen Niclasen, hevur flutt fram formansfrágreiðingina, har hann hevur nomið við fleiri mál, ið eru uppi í tíðini.
Millum annað nevndi formaðurin Fólkafloksungdómin í Huxa, sum er ein virkin bólkur.
Eisini nýtti hann høvi at rósa landsstýrisfólkum floksins, Jákupi Vestergaard og Anniku Olsen, eins og hann hevði nøkur rósandi orð við á vegnum til tingmanning floksins.
Eitt av høvuðspunktunum verður, tá svenski politikarin, Gunnar Axél, fer at halda fyrilestur, eins og formaðurin í Búskaparráðnum, Thomas Dam, fer at halda fyrilestur undir heitinum »Fíggjarpolitikkurin má aftur á beint nú«.
Fundurin byrjaði klokkan 9.30 við einum kaffimunni, og heldur fram út á seinnapartin.