Hann helt, at sambært kanningunum hjá Peturi Steintún, so sær gott út við toskastovninum eins og í 90-unum, tá hann rættiliga tók seg upp.
Línuflotin hevur tillagað seg og er vorðin minni.
Tað var eitt øgiligt trýst á trolaraflotan í fjør tá oljuprísurin var so høgur, men hann er tíbetur nú farin niður aftur, og fyrra hálvár var gott hjá tí partinum av flotanum við góðum upsafiskiskapi. Støðan er eitt sindur lakari aftur nú.
Um vit samanbera við aðrar skipanir uttan um okkum, so er okkara fiskidagaskipan hin besta, og áhugin fyri henni er vaksandi. Eg var í Skotlandi herfyri og greiddi frá og skal niður til Brússel í morgin at greiða Joe Ward, fiskimálakommiseri í ES frá føroysku skipanini, segði Jacob Vestergaard.
Hann metti, at tað fer at veða neyðugt at tillaga trolaraflotan eisini, tó at tað verður svárt hjá teimum, sum mugu fara út. Hinvegin verður tað so tað betri fyri teir, ið eru eftir.
Jacob Vestergaard nevndi eisini lemmatrolararnar, og at arbeitt verður við einari skipan, har teir eisini koma inn í fiskidagaskipanina. Spurningurin er so, um tað verður neyðugt at tillaga tann partin av flotanum eisini.
Hann kom eisini inn á tey 62.000 tonsini í suðurhøvum og helt, at tað er eitt gott íkast.
Vónandi kunnu vit fáa virkað nakað av sild til matna á landi í Føroyum, kreftir eru í holt við at lata Kollafjørð Pelagic upp aftur, segði Jacob Vestergaard.
Svartkjafturin er undir trýsti og tað sá út til, at kvotan fór at minka, men hon helt sær á nøkurlunda sama støði tá avtornaði.
Vit hava sett krav fram um, at vit skulu hava størri part av makrelinum í samráðingunum við norðmenn. Vit noktaðu at skriva undir eina avtalu í heyst uttan so, at vit fáa eina munandi størri makrelkvotu enn vit hava nú, segði Jacob Vestergaard.
Hetta hevur so ført til at eingin avtala er um makrelin. Hann hevur ført fram mótvegis norðmonnum, at hóast ósemja er um eina avtalu, eigur hetta ikki at ganga út yvir aðrar avtalur eisini.
Vit mugu finna út av tíðliga í 2010, hvussu vit áseta okkara egnu makrelkvotu. Og tað verður ein spennandi avbjøoðing, segði Jacob Vestergaard.
Føroyar skulu til samráðingar við russar í komandi viku, og vit hava stórar trupulleikar við russarí løtuni við tað, at Skálaberg liggur í Murmansk, men vit hava sett øll segl til fyri at loysa hendan knútin. Ein stór sendinevnd kemur til Føroya mánadagin, so vónandi fæst ein loysn tá, og tað fer at hava sttóran týdning at fáa eina fiskiavtalu í lag við russar, eisini sæð í ljósinum av, at vit kanska onga avtalu fáa við norðmenn, segði Jacob Vestergaard.
Hann væntaði tað fór at verða trupult at fáa størri toskakvøtu, sjálvt um TAC’ið í Barentshavinum er farið upp, tí teir stovnarnir, vit lata afturfyri til russar, eru í minking.
At enda segði fiskimálaráðharrin, at hann ætlar at fáa brúksskyldu inn í fiskiskipanina, og vónar eisini at fáa eitt kjak um umsetiligheitina.