Fólkaflokkurin |     Limatekning | Fá tíðindi  RSS - Tíðindi frá Fólkaflokkinum | Sig tína hugsan | Skráset eina slóð
Leita:  
A-LIÐIÐ  Klár til verk-A
TÍÐINDI HUGSJÓNIR A-LIÐIÐ UM FLOKKIN
Tíðindi og politikkur
Tíðindi


Annika Olsen, Landsstýrismaður
Fólkaflokskvinnur kring landið luttóku á altjóðakvinnudegnum 8 mars á Hotel Føroyum
Við stuðli frá Fólkaflokkinum luttóku fólkaflokskvinnur kring landið á einum sera viðkomandi og spennandi ráðstevnu, altjóðakvinnudagin 8. mars á Hotel Føroyum

Millum fyrilestrarhaldararnir kunnu nevnast Elisabeth Møller Nielsen, sum í nógv ár hevur arbeitt til frama fyri javnstøðu í Danmark. Hon  var við til at stovna “Kvindeligt selskab” í 1991, sum var ein roynd at varpa ljós á ta ójavnstøðu í framvegis valdaði í donskum politikki og vinnulívi. Tað bleiv sagt, at reyðsokkarørslan fra´1970 árunum var deyð, men enn var ongin javnstøða at síggja. Tí fekk “Kvindeligt selskab”  ein týðandi kritiskan leiklut í samfelags kjakinum hvat javnstøðu viðgekk. Í dag er Elisabeth Møller Nielsen nokk mest kend fyri at hava tikið stig til at stovna Kvinfo, ið er ein portalur, sum varpar ljós á kvinnuna sum heild. At enda í sínum fyrilestri nevndi hon nøkur dømi um, hvussu kvinnur betur kunnu koma framat. Kvinnur skulu í størri mun sameina seg við mennirnar, líka frá  heimafrontinum til politikk og vinnulív.Ein fortreyt fyri størri javnstøðu er, at maðurin í størri mun fer í  barsilsfarloyvi - tá fyrst fáa vit veruliga javnstøðu.


 


 Benja Stig Fagerland var onnur danska kvinnan, ið helt fyrilestur um hennara arbeiði við “Female Future”. Hon byrjaði skemtiliga, men tó við einum álvarsigum undirtóna at siga, at  Pippi var hennara størsta fyrimynd. Pippi lat seg ikki stýra av nøkrum, Pippi segði og gjørdi tað, hon hevði hug til, men tað besta av øllum var, at hon tók onnur við sær. Hesin Pippi lívsstílur sæst á mangan hátt í Benju sjálvari og hennara arbeiði til frama fyri størri javnstøðu í norskum fyritøkum. Hon lat tað standa sína roynd, at norsku fyritøkurnar søgdu seg ongar kvinnur finna til teirra leiðslur og nevndir. Hetta bleiv byrjanin til “Female Future”, sum millum annað skuldi hjálpa fyritøkunum at  finna røttu kvinnuliga kompetensurnar í sjálvum fyritøkunum. Rekruteringsarbeiðið bleiv síðani gjørt við einum breiðum netverkið millum kvinnur, og úrslitið var, at tað blivu nógvar dugnaligar og kompetenar kvinnur rekruteraðar í leiðslurnar. Hetta var ein sera spennandi fyrilestur, sum føroyskar fyritøkur á mangan hátt kunnu kopiera og harvið styrkja um kvinnuliga leiklutin í leiðslum og nevndum.  


 


Brynhild Thomsen var ein av føroysku fyrilestrarhaldarunum. Hun sipaði millum annað til manglandi hagtøl um kvinnur og kvinnulig viðurskifti í Føroyum. Hon fíltist á, at ongin gransking er um kvinnur og livikor millum kvinnur. Eisini hugleiddi  hon um sína skúlagond, har bókmentirnar í alt ov stóran mun vóru um dreingir, ið fóru til skips og í hagan. Ongin vitan um kvinnur og kvinnulagnir vóru at finna í føroysku bókmentunum.


 


Dagurin endaði við einari rættari fanfaru. Trine Greogorius, ið mest er kend frá donsku sjónvarpsrøðini “Rigets tilstand” hevur lagt á annan bógvin og er vorðin pepptalkari. Við sínum skemti var hon sera beinrakin í sínum meiningum. Hon fíltist millum annað  á  hvussu dreingir oftani verða uppaldir til at halda seg vekk frá “de selvstændige piger, med røde sko, rødt neglelag og rød læbestift, men får det ind med modermælken, at de skal finde sig med sød kone – pigen  1.20, med fregner og rottehaler   -  den rigtige jordfræser (her sipaði hon til gentur, ið ikki stíla høgt, men “halda seg á jørðini” Tað er ringt at endurgeva eina so stuttliga kvinnu – hon skal upplivast live.


 


Samanumtikið var kvinnudagurin sera væl eyðnaður  og vónandi  fara fólkaflokskvinnurnar heim til teirra bakland og kunna um tey ítøkiligu tingini man kann gera til frama fyri størri janvstøðu.


 


Annika Olsen


Fólkaflokkurin

Myndirnar kunnu síggjast her







Fólkaflokskvinnur á 8. mars tiltaki sum Kvinna skipaði fyri


TÍÐINDI

Ferðslutrygdararbeiðið hevur gjørt mun (01-09-2010)

Tað skal kosta at dálka havumhvørvið (07-08-2010)

Nýggjur skrivari í Fólkaflokkinum (04-08-2010)

Summarfrí (10-06-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

Hallið burtur í 2015 (10-05-2010)

HUXA ynskir ein einkultan (07-05-2010)

Hanus Samró formaður í HUXA (23-04-2010)

Antin skil á búskapin nú – ella eina enn verri upptøku seinni (31-03-2010)

Sjófólk fyri skotum (22-03-2010)

Jóannes Eidesgaard mælti til 2 ára lønarsteðg (13-03-2010)

Áheitan á løgmann ! (13-03-2010)

Fólkaflokkurin og fólkakirkjan (11-03-2010)

Rætt skal vera rætt (28-02-2010)

Ognarskatt, nei takk! (28-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Sópa fyri egnum durum (11-02-2010)

Arbeiðs- og familjulívið í javnvág? (09-02-2010)

Viðvíkjandi vakstrarpakka og arbeiðsskapandi tiltøkum (04-02-2010)

Vegamótið? (01-02-2010)

Tíðin ikki farin frá Grønu Oynni (25-01-2010)

Er kaffi beiskt? (25-01-2010)

Fólkaflokkurin vil minka køkuna (21-01-2010)

Poul spyr Løgmann økismenningarpolitikk (19-01-2010)

Aðalfundurin hjá HUXA 30. Januar 2010 (14-01-2010)

Veruligt vakstrarfremjandi tiltak (13-01-2010)

Undarlig almenn tøgn (13-01-2010)

Fólkatilfeingið í Føroyum má gagnnýtast betur (06-01-2010)

Plaseringin av nýggja heilsutrygdarstovninum (03-01-2010)

Gleðilig jól og gott nýggjár (22-12-2009)

Asfaltering skal bjóðast út (09-12-2009)

Poul Michelsen spyr um leiðsluhátt landsstýrismanna (07-12-2009)

HUXA hevur aðalfund 30. Januar 2010 (07-12-2009)

HUXA á IYDUráðstevnu (07-12-2009)

Konservativ Ungdom á landsfundin hjá HUXA (07-12-2009)

Bjarni spyr um brúksskyldu (07-12-2009)

  © 2008 Fólkaflokkurin - Jónas Broncksgøta 29 - 100 Tórshavn - Telefon +298 31 24 91 - Telefax +298 32 20 91 - folkaflokkurin@logting.fo