|
Løgting og landsstýri
|
|
Løgtingsvalið 2008
|
|
|
Jørgen Niclasen, Løgtingsvalevni
|
|
|
Heimstaður:
|
undir Bólheyggi 13, FO-380 Sørvágur.
|
|
Telefon:
|
33 21 16.
|
|
Teldupostur:
|
jorgen(at)niclasen.fo
|
|
Heimasíða:
|
folkaflokkurin.fo/jorgen.asp
|
|
Fødd/ur:
|
17. januar 1969.
|
|
Foreldur:
|
Hervør og Niclas Niclasen, Sørvágur.
|
|
Hjúnarfelagi:
|
Annelena Vest Niclasen, dóttir Áslu og Julius Joensen.
|
|
Børn:
|
Linda (f. 1993), Ásvør (f. 1995) og Julian (f. 2001)
|
|
Útbúgving:
|
Studentsprógv mat/fys. deild í Hoydølum 1988.
|
|
Yrki:
|
Stjóri í p/f N. Niclasen eitt skifti fyrst í 1990-unum, Stjóri í saltfiskavirkinum p/f Tomba frá 1994-1998. Nevndarlimur í Atlantic Airways 1990-1991. Stjóri í Handilsvirkinum Niclasen sp/f frá 1994-1998 og frá 2003-2008, har hann eisini er partaeigari.
|
|
Politisk yrki:
|
Løgtingsmaður síðan juli 1994 (undantikið tíðarskeiðið sum landsstýrismaður). Varamaður á tingi í 1989 og 1990 og frá 1991-1993. 1991-1993 formaður í Almanna- og heilsunevndini. 1994-1996 formaður í Landsstýrismálanevndini. 1996-1998 formaður í Vinnunevndini. 1996-1998 Limur í sendinevnd Løgtingsins í Norðurlandaráðnum. Í sama skeiði næstformaður í Norðurlandanevndini. 1998 formaður í Fíggjarnevndini og í § 19 nevndini (nevndin, sum kannaði 80-ini). Frá 2004-2008 formaður í Trivnaðarnevndini.Landsstýrismaður við fiskivinnumálum 1998-2003.Uttanríkisráðharri frá 26. september 2008.
|
|
Annað:
|
Formaður Fólkaflokksins frá 2007. Formaður í tingbólki Fólkafloksins 2004-2008
|
|
|
|
Greinar, røður v.m.
|
|
|
Tollsamgongu við ES
Hóast vit hava góðar avtalur í dag, eiga vit at stremba longur. Ein tollsamgonga við ES kundi loyst tær forðingar, vit í dag hava og kunnu fáa
Jørgen Niclasen (25-10-2011)
|
Har tað almenna ikki røkkur
Sjálvboðið arbeiði og virksemi hevur ovurstóran týdning fyri okkara samfelag. Um tað so er innan ítrótt, tónleik, bjarging, sálarhjálp, løgfrøðihjálp, søvn ella annað, so kann hetta ongantíð yvirmetast
Jørgen Niclasen (24-10-2011)
|
Max 40% skatt, takk
Framtíðin er borgarlig. Fyritreytin fyri einum góðum samfelagi er búskaparvøkstur. Tí má tað loysa seg betur at arbeiða, og vit skulu eggja til vaksandi vinnulív
Jørgen Niclasen (21-10-2011)
|
Mugu hava nýggjar dupultskattasáttmálar
At revsa útisiglarar og hondverkarar fyri skattaavtalur, sum landsstýrið hevur gjørt, er burturvið og kann bara verða við at reka fólk av landinum. Tað skal altíð loysa seg at verða Føroyingur, eisini í útlandinum
Jørgen Niclasen (19-10-2011)
|
Arbeiði skal altíð loysa seg
Nýggja skipanin, sum landstýrið setti í gildi fyri lesandi, má takast av. At lesandi missa lestrarstuðulin, bara tí tey royna at arbeiða, kann ikki verða rætt. Tað skal loysa seg at arbeiða, sjálvandi eisini hjá lesandi
Jørgen Niclasen (05-10-2011)
|
Skattaøðin má steðgast
Fíggjarmálaráðharrin boðar frá skattahækkingum til sjálvstøðugt vinnurekandi, hækka partafelagsskattin, umframt eykaskatt á fiskivinnuna. Allur heimurin roynur at stimbra vinnulívið fyri at fáa vøkstur, her skal vinnan trýstast niður. Veljarin kann siga frá á valinum hósdagin
Jørgen Niclasen (11-09-2011)
|
Stórkeyp í UR má kannast
Fólk, sum kenna meg, vita, at eg eri sparin av lindi og vildi undir ongum umstøðum gingið við til slíkt stórkeyp uttan grundiga tørvsmeting, sum gjørdi tað ómøguligt at virka uttan keypi.
Jørgen Niclasen (03-09-2011)
|
Eingin rinda meir en 40% í skatt
Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot um skattareform fyri løgtingið. Í dýrasta landi í Evropa og við eitt av hægstu skattatrýstum í heimunum, er neyðugt við skattareformi
Jørgen Niclasen (01-09-2011)
|
Framtíðin er borgarlig
Føroysku familjurnar hava millum heimsins hægstu skattatrýst og liva í dýrasta landi í Evropa og samstundis hava vit ovurstórt hall á fíggjarlógini. Her má broyting koma í.
Jørgen Niclasen (02-08-2011)
|
Enn eitt gjald á vinnuna
Rumbul og skrumbl eyðkendu tingfundirnar fríggjadagin og út á leygarnáttina. Fundirnir vardu úti við 19 tímar, har møði og øði eykendu heldur tilvildarligu atkvøðugreiðslurnar. Øll uppskot, sum kostaðu pengar vóru samtykt. Landskassin fekk øktar útreiðslur fyri fleiri 10-tals milliónir. Eisini vinnan fekk gjald álagt við avgerandi atkvøðum frá liberala Sambandsflokkinum.
Jørgen Niclasen (16-05-2011)
|
Manntalsætlanin í stríð við mannarættindi
Jørgen Niclasen, Fólkfl. og Bill Justinussen, Miðfl vísa á, at uppskotið um manntal er í stríð við ST-sáttmálan um rættindi teirra brekaðu, Europeiska mannarættindasáttmálan og grundlógina. Uppskotið er alt ov víðgongd og tá nyttuvirið bert er til hagtøl, er kostnaðurin 11,5 millónir alt ov høgur. Her er nakað at spara, halda teir báðir fíggjarnevdnalimirnir, sum mæla løgtinginum at fella uppskotið
Jørgen Niclasen (11-05-2011)
|
Avgjaldsøðin má steðga
Fíggjarmálaráðharrin mælir til nýtt (CO2) avgjald á brennievni. Hann gloymir, at avgjaldið á brennievni til akfør hækkaði frá 1. januar í ár. Blekkið á lógini er ikki tornað, nú vil fíggjarmálaráðharrin revsa bileigarar enn meira. Avgjaldsøðin má steðga
Jørgen Niclasen (20-04-2011)
|
- Løgmaður byggir hús á sand
Løgmaður koyrdi Anniku Olsen og Jacob Vestergaard til hús, tí Fólkaflokkurin ikki kundi góðtaka fíggjarkarmanar. Nú tráar løgmaður eftir Tjóðveldi og ikki eitt orð um fíggjarkarmar, men alt snýr seg nú um makrelin, sum Jacob Vestergaard hevur ásett Føroyum.
Jørgen Niclasen (17-04-2011)
|
Okkara tøl tíverri alt ov røtt
Fólkaflokkurin boðaði mikudagin løgmanni frá, at Fólkaflokkuruin ikki tekur undir við fyriliggjandi uppskoti um fíggjarkarm fyri árini 2012-2016.
Jørgen Niclasen (13-04-2011)
|
Eingin semja um fíggjarkarmar
Fólkaflokkurin tekur ikki undir við at hækka almennu útreiðslurnar og samstundis senda rokningar út til vinnulívið.
Jørgen Niclasen (29-03-2011)
|
|