Vøkstur

Búskaparvøkstur er vegurin til vælferð.

• Vit vilja fremja eina fiskivinnunýskipan,

sum gevur vinnuni tryggar og varandi karmar.

• Vit vilja fríhandil millum Føroyar og ES á øllum fiskavørum.

• Vit vilja tryggja vinnuni góðar umstøður, so hon verður kappingarfør og lønandi og á tann hátt kemur flest møguligum til góðar - og gera landið bíligari og betri at liva í.

• Vil vilja tryggja føroyskum fyritøkum betri atgongd til almenn arbeiði.

• Vit vilja bjóða almennar tænastuveitingar og bygging út til vinnumarknaðin, har eisini sjálvstøðugt vinnurekandi kunnu bjóða.

• Vit vilja bøta atgongdina til váðafúsan kapital hjá íverksetarum, t.d. gjøgnum grunnar hjá landinum.

• Vit vilja tryggja vinnurekandi og íverksetarum vinnuvegleiðing og hjálp til egið virki. Her verður serliga hugsað um hjálp og vegleiðing í samskiftinum við myndugleikarnar sum t.d. Taks.

• Vit vilja, at føroyskar landbúnaðarvørur ótarnaðar skulu kunna seljast til føroyska brúkaran, bæði beinleiðis, í handlum og á matstovum.