Um heimurin var perfektur, var ikki neyðugt við fólkatingsumboðum, tí so vóru Føroyar sjálvstøðugar. Men heimurin er ikki perfektur. Vit eru partur av ríkisfelagsskapinum. Tí mugu vit fyrihalda okkum til veruleikan. Skulu vit loysa, mugu vit avgreiða loysingina í løgtinginum. Men tað merkir ikki, at vit ikki skulu føra okkara sjónarmið fram í Danmark. Tvørturímóti.

Vit hava seinastu árini sæð, hvar danski loyaliteturin liggur. Danir virðismettu ES fram um Føroyar. Teir himpraðust ikki við at steingja okkum úr Danmark. Úr sokallaða “felagsskapinum.” Men tað gjørdi hvørki til ella frá. Vit kláraðu okkum uttan Danmark. Uttan ES. Tí koma vit eisini at klára okkum sjálv, tá vit taka ábyrgd av egnum landi – men tað verður ikki beint nú.

Ístaðin skulu vit velja tvey umboð, sum skulu umboða Føroyar. Sum brenna fyri føroyskum áhugamálum, ið seta tjóðina fram um persónligar ambitiónir og pengar úr donskum grunnum. Vit skulu velja umboð, ið virða teg og meg. Sum seta okkara áhugamál fram um tey donsku. Sum siga hart og týðiliga: vit fara ongantíð – ongantíð – at góðtaka eina stjórn, sum boykottar Føroyar. Hetta eru ikki føgur orð. Vit hava víst tað í verki. Vit vardu føroysku rættindini móti ES. Móti umheiminum.

Nú eru vit til reiðar at verja tey í Danmark.