Vit koma langt út í august mánaða, áðrenn vit forvinna pening

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, var avgjørdur í gjár til almenna fundin hjá Havnar Framburðsfelag "Nokk er nokk".

- Tað skal ikki bara loysa seg at arbeiða, tað skal sanniliga eisini loysa seg at flyta yvirum og vera arbeiðsgevari. Og tað loysir seg ikki í dag.
Havnar Framburðsfelag bjóðaði inn til almennan fund í Østrøm, har Marita Rasmussen, stjóri í Vinnnuhúsinum, og Jørgen Niclasen løgdu fram.
Jørgen Niclasen var ikki í iva um, at "avgjaldsøðin" hjá sitandi samgongu er hugdrepandi fyri vinnurekandi. Hann legði fram ein øðrvísi máta at vísa á, hvussu nógv vinnurekandi gjalda í skatti og avgjøldum.
- Um eg seti tað soleiðis upp: Vit byrja 1. januar at forvinna pening. Uppá eitt ár fer 20% av øllum umsetninginumhjá einari fyritøku í landskassan gjøgnum meirvirðisgjald. Fyri at gjalda MVG skulu vit arbeiða allan januar, allan februar og líka fram til 12 mars. So skulu vit gjalda ALS, barsilsgjald og Samhaldsfasta - bæði av okkara egnu løn og sum arbeiðsgevarar. Ikki fyrrenn 18. apríl eru vit liðug at gjalda tað, og tá hava vit stadigvekk einki fingið sjálvi. So kemur vanlukkutrygging og annað, sum er lagt omaná okkum, og so enda vit úti á flaggdegnum. Nú munnu vit fara at arbeiða fyri okkum sjálvi, hugsa vit - men nei, lønin fer gjøgnum skipanina, og hov, so byrja teir at taka skatt.
Jørgen vísti á, at tað kann ikki vera rætt, at fyritøkur einans kunnu forvinna pening fýra mánaðar út av 12.
- Í hesari fyritøkuni má mann harvið arbeiða heilt fram til ólavsøkudag fyri at fáa pengarnar til at gjalda skattin við. Best sum mann heldur, at mann eigur pengarnar til sín sjálvs, so kemur kringvarpsgjaldið og ymiskt afturat, so vit koma langt út í august mánaða, áðrenn vit forvinna pening til okkum sjálvi sum vinnurekandi. September, oktober, november og desember eru einastu mánaðirnir, vit eiga sjálvi, segði Jørgen Niclasen fyri áhoyrarafjøldini í gjár.

GG. Greinin er upprunaliga á portal.fo