Valskráin til løgtingsvalið


Á rættari kós

Valskrá okkara leggur dent á, at kósin við vøkstri má haldast. Vit eru á rættari kós, tað vísa øll tøl. Nú ræður um at halda kósini.

Ynski okkara er eitt frælst land; fyritreytin eru frælsir borgarar, sum ráða yvir egnum viðurskiftum – eisini egnum pengum.

Vinnan skal hava tryggar karmar fyri framhaldandi at hava búskaparvøkstur. Fyri at tryggja vælferðina eigur búskapurin at vaksa skjótari enn tað almenna. Tað skal verða hugaligari hjá øllum at arbeiða, og tí skal skatturin hjá lág- og miðalløntum lækkast.

Valskráin vísir greitt, hvørjum vit standa fyri, og hvat vit halda, politikkur skal snúgva seg um:

At skapa eitt trygt, fjøltáttað, búskaparliga burðardygt og sjálvstøðugt samfelag.



Skattur

Framtíðin er borgarlig. Fyritreytin fyri einum góðum samfelagi er búskaparvøkstur. Tí má tað loysa seg at arbeiða, og vit skulu eggja og skapa karmar til vaksandi vinnulív.

• Ágrýtni skal lønast og ikki revsast.

• Vit vilja varðveita flatskattin. 

• Vit vilja lækka skattin á lág- og miðalinntøkum, bæði lands- og kommunuskattin. 

• Vit vilja, at eingin lág- og miðalinntøka skal skattast meira enn 30%. 

• Vit vilja býta vøksturin í trý: triðing til vælferð, triðing til at rinda skuld og triðing til skattalætta. 

• Vit vilja tryggja, at tað loysir seg at búgva í Føroyum – eisini um ein arbeiðir uttanlands. Tí skal okkara skattur gerast kappingarførur við skattin í grannalondunum




Vinnan

Búskaparvøkstur er vegurin til vælferð. Tí er neyðugt at virka fyri einum sjálvberandi búskapi, har vinnur av ymsum slag geva avkast og framburð í fríari altjóða kapping, og har trivnaður og umhvørvi verða raðfest høgt. Uppgávan hjá tí almenna verður at tryggja karmarnar, ið eru støðugt grundarlag fyri vinnuligum framburði og búskaparligum vøkstri.

Arbeiðsmarknaðurin skal virka væl, mennandi, vera tryggur og rúmligur. Lætt skal vera at bjóða seg fram, eins og lætt skal vera at fáa fatur á skikkaðari arbeiðsmegi.

• Vit vilja tryggja vinnuni góðar umstøður, so hon verður kappingarfør og lønandi og á tann hátt kemur flest møguligum til góðar - og gera landið bíligari og betri at liva í. 

• Vil vilja tryggja føroyskum fyritøkum betri atgongd til almenn arbeiði. 

• Vit vilja bjóða almennar tænastuveitingar og bygging út til vinnumarknaðin, har eisini sjálvstøðugt vinnurekandi kunnu bjóða. 

• Vit vilja bøta atgongdina til váðafúsan kapital hjá íverksetarum, t.d. gjøgnum grunnar hjá landinum. 

• Vit vilja tryggja vinnurekandi og íverksetarum vinnuvegleiðing og hjálp til egið virki. Her verður serliga hugsað um hjálp og vegleiðing í samskiftinum við myndugleikarnar sum t.d. Taks

• Vit vilja framhaldandi tryggja alivinnuni bestu karmar, so bestu búskaparúrslit kunnu spyrjast burturúr. 

• Vit vilja virka fyri at fáa fleiri lærlingar í Føroyum - eisini hjá tí almenna. 

• Vit vilja økja almenna leiklutin í at marknaðarføra okkum sum ferðavinnuland. 

• Vit vilja, at tað almenna gongur á odda at brúka og harvið menna føroyska KT-vinnu. 

• Vit vilja framhaldandi betra FAS-skipanina. 

• Vit vilja reka ein landbúnaðarpolitikk, sum tekur hædd fyri burðardyggari nýtslu av lendinum, og sum tryggjar vinnuliga gagnnýtslu av øllum tilfeinginum. 

• Vit vilja, at føroyskar landbúnaðarvørur ótarnaðar skulu kunna seljast til føroyska brúkaran, bæði beinleiðis, í handlum og á matstovum. 

• Vit vilja tryggja framhaldandi stráfóðurstuðul, sum eggjar til framleiðslu av egnum fóðri.




Fiskivinnan

Ein vælvirkandi høvuðsvinna er besta trygd fyri avkasti til alt samfelagið. Umráðandi er, at vinnan hvílir í sær sjálvari og er leys av almennum stuðli. Fiskastovnarnir skulu gagnnýtast á vinnuligum grundarlag við skynsomum heildaratliti.

• Vit vilja í fleirtjóða og altjóða høpi halda fram at tryggja okkara rættvísa part av felags fiskastovnum. 

• Vit vilja fremja eina fiskivinnunýskipan, sum gevur vinnuni tryggar og varandi karmar. 

• Vit vilja tryggja føroyskari fiskivinnu og arbeiðsmegi bæði á sjógvi og landi atgongd til veruliga at virðisøkja tilfeingið. 

• Vit vilja tryggja, at alt tilfeingi kemur til lands. 

• Vit vilja varðveita fiskidagaskipanina, har brúksskylda skal fylgja við brúksrætti. 

• Vit vilja tryggja, at fiskiloyvini verða knýtt at skipunum í longri áramál til tess at bøta um fíggingarmøguleikarnar.

• Vit vilja savna frøði og vinnu fyri at stilla veiðitrýstið og harvið staðfesta okkum sum burðardygga fiskivinnutjóð. 

• Vit vilja, at tað almenna og vinnan samvirka til at góðska og virðisøkja allan fisk mest møguligt. 

• Vit vilja fremja útbúgving, menning og gransking innan fiskivinnu fyri at økja úrtøkuna við somu veiðinøgd. 

• Vit vilja fáa lýst avleiðingarnar av stongdum leiðum o.ø. í stovnsrøktarhøpi. 

• Vit vilja gera eina smidligari og lønsamari skipan fyri útróðrarflotan, bólk 5.




Almenna húsarhaldið

Vit skulu vera fíggjarliga sjálvbjargin. Vit hava rokkið avlopi á fíggjarlógini. Nú vilja vit við skynsemi nýta vøksturin til vælferð, skuld og skattalætta.

• Vit vilja halda fast við kósina, sum hevur tryggjað okkum vøkstur. 

• Vit vilja halda fast við, at avlop skal vera á fíggjarlógini í 2016 og frameftir. 

• Vit vilja býta vøksturin í trý: triðing til vælferð, triðing til at rinda skuld og triðing til skattalætta. 

• Vit vilja samskipa felags uppgávur hjá almennum stovnum fyri at gera teir rationellari. • Vit vilja bjóða almennar tænastuveitingar út til vinnuna at reka. 

• Vit vilja laga lóggávu til føroysk viðurskifti, heldur enn at brúka lóggávur, sum eru snikkaðar til størri samfeløg enn okkara. 

• Vit vilja gjøgnumføra talgilding av Føroyum, sum skal gera tað lættari at vera borgari og vinna í Føroyum, og sum kann gera almennar tænastur bíligari.




Sjálvstýriskósin

– Frælsur felagskapur og samríkjalóg Tjóðskaparliga stavnhald Fólkafloksins er, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Hetta ber í sær, at endamál floksins er fult sjálvstýri fyri Føroyar, soleiðis at vit fáa lóggávuvald á øllum økjum og úteftir telja við sum suverenur statur javnbjóðis øðrum sjálvstýrandi londum.

• Vit skulu hava tamarhald á føroyska búskapinum, tí politiskt sjálvræði kann einans røkkast við búskarligum sjálvbjargni. 

• Vit vilja hava samráðingar við Danmark um frælsan felagsskap millum Føroyar og Danmarkar.

• Vit vilja ein felagsskap millum tvey sjálvstøðug lond, har samráðingarúrslitið, ein samríkjalóg, skal leggjast til fólkaatkvøðu.

• Vit vilja ein sáttmála, sum skal tryggja, at føroyskir og danskir ríkisborgarar hava somu rættindi og skyldur í londunum báðum. 

• Vit vilja tryggja ein felagsskap saman við Danmark, har føroyingar ráða yvir egnum viðurskiftum. 

• Vit vilja eftir greiðari ætlan yvirtaka øll málsøki í yvirtøkulógini, har útlendingamál eiga at verða fyrst.




Trivnaður

Dentur verður lagdur á eitt gott og væl virkandi almannaverk, sum veitir hjálp og vegleiðing til tey, ið hava tørv á fyribils ella varandi hjálp. Málið er, at hvør einstakur skal gerast so sjálvhjálpin sum møguligt.

• Vit vilja hava einfalda tænastulóg, sum skal avloysa forsorgarlógina. 

• Vit vilja fremja lóg um stuðul til familjur í fátækraváða. 

• Vit vilja fremja átøkini, sum eru nevnd í heildarætlanini um kynsligan ágang, herundir hækka stuðulin til KRIS. 

• Vit vilja virka miðvíst fyri at bøta arbeiðs- og inntøkumøguleikar hjá borgarum við skerdum førleika. 

• Vit vilja, at almennir stovnar skulu seta starvsfólk við skerdum førleika. 

• Vit vilja tryggja betri gjøgnumskygni í almannaverkinum og skapa betri møguleikar fyri ung við tarni, so tey klára seg sjálvi. 

• Vit vilja, at í Føroyum skal vera gott at búgva - eisini hjá teimum, ið bera brek. Tí vilja vit seta í verk ein politikk fyri tey, ið bera brek í Føroyum.




Heilsa

Vit leggja dent á eitt samvirkið heilsuverk við hágóðsku veitingum og við tryggleika fyri allar landsins borgarar. Sjúklingurin skal vera í miðdeplinum.

Ein avgerandi fyritreyt fyri at veita heilsutænastur á hægsta stigi er at skapa allarbestu karmar til heilsufakligu starvsfólkini. Tað skal gerast við at stuðla einum mennandi fakligum umhvørvi, herundir at leggja dent á eftirútbúgving og heilsutøkniligar útbúgvingar. 

• Vit vilja menna sjúkrahúsini og taka avgerð um, hvørjar funktiónir skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi. 

• Vit vilja menna eina tvørgangandi, samanhangandi sjúklingaviðgerð við tøttum samstarvi millum sjúkrahúsini, allar aðrar partar av heilsuverkinum og serviðgerðina uttanlands. 

• Vit vilja hava meiri gjøgnumskygni og greiðar mannagongdir, sum skulu vera almennar, greiðar og lættar at skilja. 

• Vit vilja leggja dent á sjúklingatrygdina og sjúklinganøgdsemi við skipaðum kanningarog eftirmetingarhættum.

• Vit vilja styrkja tann fyribyrgjandi og heilsufremjandi partin við at leggja dent á fólkaheilsutiltøk og kunning. 

• Vit vilja styrkja endurvenjingina. 

• Vit vilja gera samstarvsavtalur um sjúkraviðgerðir og starvsfólkamenning við sjúkrahús í øðrum londum. 

• Vit vilja virka fyri at diabetis- og krabbameinsætlaninar stigvíst verður settar í verk og at m.a. giktaviðgerðin verður bøt. 

• Vit vilja broyta sjúkraváttanirnar, so at tær eisini lýsa, hvat sjúklingurin er førur fyri at gera, heldur enn bara at lýsa, hvat hann ikki kann.




Familjan

Familjan er kjarnin í samfelagnum. Vil halda, at tryggar familjur eru grundvøllurin undir einum sterkum samfelag. Tí er neyðugt, at samfelagið verður meira familjuvinarligt.

• Vit vilja, at lóggávan skal verja og fjálga um familjuna. 

• Vit vilja, at allur kostnaður av barnaansing skal rindast foreldrunum, so tey sjálvi kunnu velja at gjalda fyri vøggustovu- og barnagarðspláss ella aðra ansing. 

• Vit vilja leingja barnsburðarfarloyvið við løn til eitt ár – og foreldrini sleppa at velja býtið av barnsburðarfarloyvinum. Hámarkið eigur at verða endurskoðað. 

• Vit vilja leggja dent á at fáa betri javnvág millum arbeiðslív og familjulív fyri at økja um trivnaðin hjá løntakarum bæði í arbeiði og heima. 

• Vit vilja skapa karmar fyri fjøltáttaðum bústaðarmarknað.




Skúli og útbúgving

Fólkið í landinum er virðismesta tilfeingi, og tí er sera umráðandi, at øll hava góðar møguleikar at fáa útbúgving.

• Vit vilja, at útbúgvingin í fólkaskúlanum skal byggja á kristna siðalæru og føroyska mentan. 

• Vit vilja samstarv millum fakbólkar í fólkaskúlanum. 

• Vil vilja betra umstøðurnar hjá privat- og eftirskúlum. 

• Vit vilja, at kunnleikastøðið hjá næmingum og frálæran hjá lærarum framhaldandi verður eftirmett við landsroyndum og støðuroyndum. Ætlan skal gerast, hvussu úrslitið kann bøta um skúlarnar. 

• Vit vilja, at miðnáms- og framhaldsútbúgvingar verða lagaðar til tann føroyska vinnu- og tænastutørvin.

• Vit vilja tryggja, at Fróðskaparsetrið verður altjóða góðkent samb. Bolognasáttmálanum. 

• Vit vilja menna Fróðskaparsetrið, serliga við útbúgvingum, sum geva arbeiðsmøguleikar í Føroyum, og sum kunnu menna vinnuna, t.d. innan sølu og matvøruframleiðslu.




Ungdómurin

Ungdómurin er okkara framtíð. Góðar umstøður til útbúgving, lærupláss, virkni og frælsi er okkara mál fyri ungdómin.

• Vit vilja, at komandi lestrarumhvørvi skulu umfata lestraríbúðir, har lesandi kunnu búgva fyri sámiligan prís. 

• Vit vilja bøta umstøðurnar hjá lesandi við børnum. 

• Vit vilja, at allir miðnámsnæmingar skulu hava lestrarstuðul. 

• Vit vilja, at útleiging skal vera skattafrí, so tað gerst bíligari hjá ungum at leiga. 

• Vit vilja, at bústaðarmøguleikar, barnaansing, upplivingar og trivnaður í Føroyum skulu vera eins góð og í okkara grannalondum. 

• Vit vilja tryggja øllum fólkaskúlanæmingum møguleikan til ókeypis trygdarskeið.




Mentan

Ríkt mentanarvirksemi er besta amboð til at stimbra tilvitið um føroyskan samleika. Málið fyri einum frílyntum mentanarpolitikki er at loysa upp fyri teimum skapandi kreftunum hjá fólki. Tað ræður um at styrkja hugin, gávurnar og møguleikan fyri at útinna mentanarligt virksemi. 

• Vit vilja, at fíggjarligur stuðul til mentan eigur at verða latin eftir grundregluni um hjálp til sjálvhjálp. 

• Vit vilja, at vit sum sjálvstøðugt fólk hava kunnleika til okkara livandi søgu, føroyskan dans, myndandi list, heimavirki, tónleik, bókmentir og skaldskap. 

• Vit vilja stuðla yrkislist, fólkamentan, virksemi í kvøldskúlum og frítíðarfelagsskapum. 

• Vit vilja halda fast við lógina um mvg-frítøku av bygging av kirkjum, ítróttar-, mentanar-, samkomuhúsum. 

• Vit vilja framhaldandi tryggja okkum mentanarliga rættin til grindaveiðu. 

• Vit vilja stimbra heimavirkisfólkum við mvg-frítøku og lagaligari skatting. 

• Vit vilja orða og gjøgnumføra ein miðlapolitikk, sum eisini tryggjar, at public service tænastur kunnu útveitast.




Ítróttur og frítíð

Fólkaflokkurin viðurkennir og vil í mest møguligan mun stuðla tí týðandi sjálvbodna arbeiði, sum einstaklingar, ítróttafeløg, skótar og onnur ítrivsfeløg gera fyri at menna okkara børn og ungdóm sálarliga, moralskt og kropsliga.

• Vit vilja stuðla sjálvbodnum virksemi á øllum økjum. Sjálvboðið arbeiði lyftir, har tað almenna als ikki orkar. 

• Vit vilja framhaldandi stuðla felagsskapum, sum gera ungdómsarbeiði, ítróttarsambondum, skótum, leiðarum og venjarum, so tað verður lættari at útinna hetta risa sjálvkravda arbeiðið. 

• Vit vilja lata peningaligan stuðul til ungdómsvenjarar í ymsu feløgunum. 

• Vit vilja stuðla úrvalsítrótti. 

• Vit vilja virka fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya, herundir stuðla ætlanunum um kravdar ítróttagreinar. 

• Vit vilja slóða fyri at gerast sjálvstøður limur í IOC og harvið luttaka í Olympisku leikunum undir Merkinum.




Eldri

Okkara eldru hava skapt okkum samfelagið. Vit kenna tað sum okkara skyldu at tryggja teimum eitt gott og virkið lív á eldri árum.

• Vit vilja fremja pensjónsnýskipan. 

• Vit vilja taka burtur hjúnabandsrevsing í pensjóns- og almannalóggávu. 

• Vit vilja fjølltátta bústaðarmøguleikarnar hjá teimum eldru. 

• Vit vilja tryggja, at hond verður tikin um fólk, sum eru slitin av tungum arbeiði áðrenn pensjónsaldur. 

• Vit vilja tryggja, at tað loysir seg at arbeiða, eisini hjá okkara eldru.




Innlendis

Okkara land má skipast eftir egnum viðurskiftum. Gott undirstøðukervi er fortreyt fyri kappingarføri og møguleikunum hjá tí einstaka. Farast má væl um umhvørvið. 

• Vit vilja, at varandi orkukeldur skulu gerast so stórur partur av orkuframleiðsluni, sum til ber. 

• Vit vilja, at flutningsmøguleikarnir eru góðir, bæði fyri einstaklingar og vinnu. 

• Vit vilja framhaldandi útbyggja samferðsukervið. 

• Vit vilja halda fram við at gera greiðari uppgávubýti millum land og kommunur.




Altjóða

• Vit vilja, at vit skulu reka okkara egna uttanríkispolitikk við fullari ábyrgd. 

• Vit siga nei til ES limaskap og ja til samstarv. 

• Vit vilja fríhandil millum Føroyar og ES á øllum fiskavørum. 

• Vit vilja styrkja arbeiði at fáa fríhandilsavtalur, eitt nú við Rusland og Kina. 

• Vit vilja, at Føroyar skulu fáa fasta eygleiðarastøðu í ST, sum skal vera ein byrjan til fullan limaskap. 

• Vit vilja, at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur limur í WTO. 

• Vit vilja hjálpa flóttarfólki í teirra nærumhvørvi.