Útslitin áðrenn pensjónsaldur

Norðlýsið: Løgting samtykti í gjár einmælt uppskot frá fólkaflokstingkvinnuni Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um eina skipan til fólk, sum vegna slit, ikki megna at vera á arbeiðsmarknaðinum inntil tey eru 67 ára gomul.

Í viðmerking til málið sigur Elsebeth, at hon fegnast um, at tað var eitt samt løgting, sum stóð saman um hetta týdningarmikla mál.

Arbeiðsmarknaðurin í Føroyum er merktur av, at vit hava nógv hart kropsligt arbeiði. Hetta sæst eitt nú í fiskivinnuni á sjógvi og landi, innan røkt og onnur øki við. Eisini eru mong av tilkomnu ættarliðunum, sum longu fóru til arbeiðis sum 13-14 ára gomul, tískil niðurslitin, áðrenn tey náa pensjónsaldur.

Í 2013 kom áheitan frá álitisfólki í fiskivinnuni um, at tørvur var á eini serstakari skipan til útslitnar sjómenn. Nógvir av hesum eru heldur ikki mentir at gera annað arbeiði. Nøkur serlig skipan, sum fevnir um hesar, er at kalla eingin, og tí eru teir brádliga uttan nakra serliga inntøku.

Vísandi til omanfyristandandi, bleiv mál um skipan til útslitnar sjómenn og onnur lagt fram. Tað varð mett, at her var ein tørvur á eini serskipan fyri ein part av arbeiðsmarknaðinum.

Hetta var upprunin til uppskotið. Fyrr í tíðini vóru tað serliga sjómenn og fólk á fiskavirkjum, sum høvdu eitt hart og slítandi arbeiði. Vit eru øll greið yvir, at samfelagsmynstur og arbeiðslív broytist. Aðrir arbeiðsbólkar í samfelagnum, so sum fólk í heilsuverkinum kunnu hava tørv á eini líknandi skipan.

Sálarligt trýst kann somuleiðis elva til, at fólk blíva niðurslitin áðrenn vanligan fólkapensjónsaldur, og umfatar henda samtyktin eisini tey.

Greinin er upprunaliga at finna á nordlysid.fo