Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Ikki er líkt til, at verandi samgonga fær sama møguleika, sum undanfarna fekk, nevniliga, at verða boðin í studio í Sortudíki at reypa av sínum avrikum.

Undanfarna hevði tó lítið at breggja sær av.
Nú er gott ár runnið av hesum samgonguskeiðinum, so nú er kanska tíð at gera fyribils støðuna upp.
Ein avrikslisti við innihaldi, alt meðan vit meginpartin av skeiðnum hava verið rakt av eini alheims heilsukreppu.
Úr rúgvuni eru avrikini hjá sitandi samgongu hesi:
► Nýggj fiskivinnulóggáva er samtykt, sum gevur vinnuni tryggar og varandi karmar, og sum tryggjar meira rættvíst býti av okkara tilfeingi.
► Uppskot til nýggja skipan viðvíkjandi tilfreingisgjaldi er klárt, og verður sent Løgtinginum ein av fyrstu døgunum.
► Nýggjar skattareglur eru samtyktar, sum tryggja landskssanum part av tí vinningi, sum fæst burtur úr sølu av veiðu- og fiskirættindum.
► Nýskipan av øllum almannaøkinum er gjøgnumførd. Øll lóggávan á økinum er dagførd, samstundis sum almannaøkið er uppraðfest við hægri játtanum.
► Almannaverkið hevur sett ferð á útbyggingar av stovnum at hýsa teimum veikastu í samfelagnum.
► Bústaðarpakki er lagdur fyri løgtingið. Endamálið við uppskotinum er at geva Bústaðir lániheimild uppá 450 mill. kr fyri at nøkta bústaðartørvin í breiðastu merking, bæði til tey veikastu og til vanligar leigubústaðir kring alt landið.
► Uppraðfesting av sjúkahúsverkinum. Játtanin er økt við umleið 150 mill. kr. Sjúkrahúsini verða dagførd, so tey lúka øll nútíðarkrøv.
► Tillagingar á pensiónsøkinum eru samtyktar, so okkara fólkapensionistar fáa meira pening at liva fyri. Játtanin á hesum øki er økt við umleið 100 mill.
► Uppskot um nýggjar reglur á eftirlønarøkinum er lagt fyri Løgtingið, sum skal tryggja, at okkara útisiglarar ikki skulu rinda dupult eftirlønargjøld v.m.
► Lóggáva samtykt sum tryggjar lærlingum eyka skattafrádrátt uppá 50.000 kr.
► Nýggj rættargangslóg samtykt, sum skal betra um rættartrygdina hjá teimum sum enda í okkara rættarskipan.
► Nýggj lóggáva um løgreglu v.m. samtykt sum betrar um rættartrygdina hjá borgarunum.
► Nýggj dátuvernarlóggáva samtykt, sum betrar um rættartrygdina innan skrásetingarøkið.
► Reglur samtyktar, sum tryggja føroyingum rætt til danskt cpr.nr, til tess at bøta um rættartrygdina m.a. hjá sjúklingum, sum verða sendir til Danmarkar í viðgerð.
► Tunlar Norður um Fjall avgreiddir.
► Tunnil til Fámjins avtalaður.
► Innkomuvegurin í Runavík avgreiddur.
► Innkomuvegurin til Tórshavn á veg í Løgtingið.
Enn eru stórmál eftir at avgreiða, og tey verða øll samtykt.
Borgarliga samgongan hevur sanniliga verið burturav produktiv og stevið í samgonguni hevur verið gott.
Nú er bara at vóna, at politiskar ósemjur ikki forkoma okkara framúr virkisfúsu og virknu samgongu.
Christian Andreasen
løgtingsmaður, Fólkaflokkurin