Uppskot um at strika uppboðsølu av rættindum á Flemish Cap

Jørgen Niclasen hevur vegnað Fólkaflokkin lagt uppskot fram, um at strika uppboðsølu av rættindum á Flemish Cap.

ì viðmerkingunum til uppskotið stendur m.a. soleiðis: "Seinastu árini hava verið sera tung hjá heimaflotanum. Nú sæst ein glotti, tí kvoturnar á Flemish Cap sannlíkt verða hækkaðar. Sambært løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, skal øll henda hækking seljast á uppboðssølu. Heimaflotin hevur kempað fyri at knógva undir lakum fiskiskapi, men nú útlitini eru frægari, skal allur vøksturin takast frá teimum. Hetta er dárahugburður móti vinnuni."

Les alt uppskotið við at klikkja á leinkjuna niðanfyri

http://logting.fo/files/casestate/25975/030.18%20U.t.ll.%20um%20br.%20i%20ll.%20um%20at%20strika%20uppbodssolu%20av%20rattindum%20a%20Flemish%20Cap%20(1).pdf