Uppskot um at avtaka uppboðsølu av fiskirættindum

Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen hava vegnað Fólkaflokkin lagt uppskot fram, um at avtaka uppboðsølu av fiskirættindum.

Í viðmerkingunum til uppskotið stendur m.a.: "Andstøðan hevur undir viðgerðini av uppskotinum hjá samgonguni um fyrisiting av sjófeingi víst á, at útlutan av veiðirættindum umvegis uppboðssølu skapar ótryggleika í vinnuni. So at siga øll vinnan gjørdi í hoyringarskrivum og undir hoyringum í Vinnunevndini vart við, at uppboðssøla av veiðirættindum er stórt afturstig í tí stóru menning, sum vit seinastu árini hava sæð í fiskivinnuni, síðani seinasta samgonga hækkaði uppsjóvarkvotupartin munandi."


Les alt uppskotið við at klikkja á leinkjuna niðanfyri:

http://logting.fo/files/casestate/25981/031.18%20U.t.ll%20%20um%20br.%20i%20ll.%20um%20fyrisiting%20av%20sjofeingi%20-%20avtaka%20allar%20uppbodsolur%20(1).pdf