Uppskot um at avtaka allar uppboðsølur

- Andstøðan hevur undir viðgerðini av uppskotinum hjá samgonguni um fyrisiting av sjófeingi víst á, at útlutan av veiðirættindum umvegis uppboðssølu skapar ótryggleika í vinnuni, sigur Jákup Mikkelsen, tingmaður, sum hevur lagt uppskot fram um at avtaka allar uppboðssølur.

- So at siga øll vinnan hevur í hoyringarskrivum og undir hoyringum í Vinnunevndini gjørt vart við, at uppboðssøla av veiðirættindum er stórt afturstig í tí stóru menning, sum vit seinastu árini hava sæð í fiskivinnuni, síðani seinasta samgonga hækkaði uppsjóvarkvotupartin munandi.

- Trygg rættindi eru fyrsta treyt fyri eini skilagóðari tilrættislegging í øllum liðum í vinnuni. Ótryggleiki heldur reiðaríum aftur at gera stórar íløgur í nýggj og framkomin skip. Ótryggleiki ger tað trupult at gera langtíðarsáttmálar, sum tá til stykkis kemur tryggja betri prís og trygg arbeiðspláss. Og ótryggleiki ger umstøðurnar at leggja framleiðslu við langtíðarperspektivum til rættis munandi verri.

- Dømi um tann ruðuleika, ið uppboðssøla skapar, er uppboðssølan av sild seinna hálvár í 2017. Í kappingini um at fáa hendur á rættindum gjørdist partur av rættindunum at veiða sild so dýrur, at reiðarar sótu eftir við halli.

- Tá sildin varð seld á uppboðssølu, var prísurin á góðari leið. Men tá sildin kundi veiðast og síðani seljast, var prísurin í botni. Hetta lýsir greitt, hvørja støðu uppboðssølan kann seta tey í, sum dagliga skulu liva í vinnuni, sigur Jákup Mikkelsen millum annað

Greinin er at finna á vp.fo