Uppskot fer at geva pensjónistum 2000 krónur meira um mánaðin

Joen Magnus Rasmussen hevur vegna Fólkaflokkin lagt uppskot fram sum veruliga fer at muna hjá pensjónistum.

Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur hann millum annað:

Lønmóttakarin rindar skatt av gjaldinum til Samhaldsfasta, ALS, Barsilsgrunnin og Heilsutrygd.

Pensjonistarnir rinda skatt av útgjaldinum úr Samhaldsfasta (AMEG), hóast hetta er skattaður skattur.

Vit eru helst øll væl nøgd við omanfyri nevndu gjøld, sum øll eru grundsúlur undir vælferðarsamfelag okkara.

Men tað er skeivt, at vit rinda skatt av hesum gjøldum, sum jú eru ein skattur í sær sjálvum.

Gjaldið til Samhaldsfasta verður hækkað upp í 3% av skattskyldugu inntøkuni frá 1. januar 2019.

Politiski boðskapurin er, at hetta verður gjørt, fyri at pensjonistarnir skulu hava kr. 1.000,00 meira um mánaðin at liva fyri.

Hetta halda helst tey flestu vera sera gott og taka fult undir við tí.

Í uppskotinum sæst dømi, sum vísir, at pensjonistarnir ikki eru teir einastu, sum fáa burtur úr pensjónsnýskipanini.

Les uppskotið við at klikkja á leinkjuna niðanfyri:

http://www.logting.fo/files/casestate/25537/016.18%20U.t.ll%20um%20br.%20i%20ll%20um%20landsskatt%20og%20kommunuskatt.pdf