Tórshavn – ein tænastu og ferðavinnubýur

Við Fólkaflokkinum fram til 2025

Tað er gleiðilgt, at vit í ár kunnu heilsa tveimum nýggjum stásiligum hotellum vælkomnum í Tórshavnar kommunu, og gleðigt er tað, at enn fleiri hotelútbyggingar eru ávegis. 

Tað er í hesum sambandi sera umráðandi, at Tórshavnar kommuna veitir hotel- og ferðavinnuni bestu karmar at virka undir.
Hetta býráðsskeiðið hava vit bjóðað Tórshavnar kommunu fram sum ráðstevnubý, har kommunan hevur stuðlað ráðstevnum fíggjarliga í lágárstíð. Hetta fyri, at hotellini kunnu vera full alt árið.

At stuðla ráðstevnum gevur meining fíggjarliga, tí ein ráðstevnugestur leggur 3 ferðir só nógvan pening eftir seg um dagin sum ein vanligur ferðandi.

Hetta er sostatt eitt gott íkast hjá tænastu-, matstovu og handilsvinnuni í býnum yvirhøvur. Somuleiðis fær kommunan ágóðan av hesum við øktum partafelagsskatti, sum í ár er methøgur.
At stimbra undir hesa vinnuferðavinnunu er eisini sosialt og umhvørvisliga burðardygt, tí ráðstevnugestir eisini eru við til at skapa faklig vitanarnetverk.

Sæð frá einum umhvørvisligum sjónarhorni er tað gott, tí hetta slagi av ferðandi steðgar í styttri tíð í Føroyum. Eitt gott dømi var læknaráðstevnan, ið var hildin í Havn í 2018, har 400 læknar luttóku.
Eftir eitt vikuskifti lógu 5 mió eftir í býnum í øktum inntøkum og nógv vitan lá eftir í Føroyum á læknafakliga økinum.

Ferðavinnupolitikkurin, ið varð samtyktur í 2017 við 23 átøkum er longu framdur, og neyðugt er tí, at vit orða nýggjan, framsøknan ferðavinnupolitikk, ið byggir á eina sosialt, umhvørvisliga og fíggjarliga burðardygga ferðavinnu.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og valevni til kommunuvalið