Talgild Føroyakort til fría nýtslu

Jacob Vestergaard hevur vegna Fólkaflokkin lagt uppskot fyri tingið um at yvirtaka kort- og landmátingarmyndugleikan fyri at skapa menning og nýskapandi tiltøk á kortøkinum.

Grannalond okkara hava seinnu árini latið øllum ókeypis atgongd til øll kortdata, við tí fyri eyga at seta ferð á talgildingartilgongdina í samfelagnum og lata vinnuligum initativum framat at gagnnýta kortini og dáturnar.

Jacob Vestergaard hevur lagt 3 uppskot fram um kort. Fólkaflokkurin vil við uppskotunum yvirtaka og lata ókeypis atgongd til øll føroysk kort, tryggja at ferð verður sett á at framleiða eitt talgilt topografiskt Føroyakort og við ókeypis atgongdini skapa eina innovatión á kortøkinum, sum vit higartil hava forðað fyri.

Umhvørvisstovan hevur førleikarnar at handfara ein føroyskan kort- og landmátingarmyndugleika, meðan sjálv yvirtøkan er einføld at fremja.

Taka almennu myndugleikarnir lógvatak kunnu borgarar, vinnulív og almennir myndugleikar fáa stórar fyrimunir av fríari nýtslu av føroyskum kortdátum.

Uppskotini finnur tú HER:

http://www.logting.fo/files/casestate/16213/093.15%20U.t.ll.%20um%20br.%20i%20ll.%20um%20yvirtoka%20av%20kort-%20og%20landmaatingarmyndugleika.pdf

http://www.logting.fo/files/casestate/16033/101.15%20U.t.ll.%20um%20foroyskan%20kortmyndugleika.pdf

http://www.logting.fo/files/casestate/16189/102.15%20U.t.ll.%20um%20verju%20av%20stadsettum%20uppmatingarmerkjum.pdf

Fólkaflokkurin