Skulu Øll almenn arbeiðspláss eisini á uppboðssølu?

Um almenn arbeiðspláss skuldu á uppboðssølu, tá høvdu vit hoyrt herróp og mótmælisgongur við karamellueskjum. Tað ber ikki til, tí soleiðis kann eitt vælvirkandi samfelag ikki virka. Eri samd í hesum, tí hetta ber ikki til.

Á sama hátt inntil fyri stuttari tíð síðan, hevði heldur ongin hugflog at hugsa, at arbeiðsplássini hjá fiskimanninum fóru at blíva seld á eini uppboðssølu. Men hetta ætlar reyða samgongan at broyta nú. Um tað gongur sum tey ætla, so fara arbeiðspláss í fiskivinnuni í framtíðina at blíva seld á eini uppboðssølu.

Tað er púra vist, at ger samgongan tað uppboðssølu, sum tey lovaðu áðrenn valið, so verður kaos. Okkara høvuðsvinna og við henni alt samfelagið verður koyrt út í eina stóra óvissu.

Hvussu við arbeiðsplássunum umborð á fiskiskipum okkara ? Um onkur bjóðar hægri á uppboðssøluni, so missa nógvir fiskimenn sítt arbeiði og gerast kanska arbeiðsleysir. Hvussu leingi vita teir ikki. Kanska 1 ár, kanska 2 ár, kanska longri;

Fara fíggingastovnar at veita lán til sjómenn til evt húsabygging, har so stórur ótryggleiki valdar um framtíðar arbeiðsplássini hjá teimum ?

Hvussu við rættvísiskensluni hjá sitandi samgongu ? Vilja tey standa model til, at munur verður gjørdur á arbeiðsfólki. Almennu arbeiðsplássini eru stundum ein “lívstrygging” , meðan arbeiðsplássini í okkara høvuðsvinnu, við uppboðssøluni, verða koyrd út í eina óvissu.

Livst so spyrst.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingskvinna