Skattur

Skattalætti til øll lág- og miðallønt

Fyritreytin fyri einum góðum samfelagi er búskaparvøkstur. Tí má tað loysa seg at arbeiða, og vit skulu eggja og skapa karmar til vaksandi vinnulív

• Vit vilja varðveita flatskattin, tí ágrýtni skal lønast og ikki revsast.

• Vit vilja tryggja, at tað loysir seg at búgva í Føroyum
– eisini um ein arbeiðir uttanlands.
Tí skal okkara skattur gerast kappingarførur við skattin í grannalondunum.

• Vit vilja lækka skattin á lág- og miðalinntøkum, bæði lands- og kommunuskattin.

• Vit vilja, at eingin lág- og miðalinntøka skal skattast meira enn 30%.

• Vit vilja býta vøksturin í trý: 
- triðing til vælferð
- triðing til at rinda skuld
- triðing til skattalætta