Fólkaflokkurin í Sandoy ársaðalfund á Hotel Skálavík mikukvøldið 25. apríl kl. 17:30

Mikukvøldið 25 Apríl kl 17.30 verður aðalfundur á Hotel Skálavík.

Skrá sambart viðtøkum felagsins.

Sama kvøld kl 18:30 bjóðar Sandoyar Fólkafloks Felag til almennan fund undir yvurskriftini, "Nokk er Nokk".

Evnir á fundinum vera í millum annað.

Gjøld sum sitandi samgonga hevur lagt á føroysku familjurnar og á vinnuna, so sum bensin- og dieselavgjaldið á akfør, avgjaldið á smyrjiolju, vektgjaldið á akfør hækkar, heilsutrygdargjaldið, tinglýsingaravgjaldið, umhvørvisavgjald, eykaskatt til barsilsskipan, eykaskatt til samhaldsfasta og kringvarpsgjald.Ætlanin um at hækka samhaldsfasta enn einaferð. Talan er um fleiri hundrað millónir hvørt ár.

Við á fundinum vera Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, Jacob Westergaard, løgtingsmaður, Brandur Sandoy, varatingmaður og Marita Rasmussen, Vinnuhúsið.

Møti fjøllment.

Sandoyar Fólkafloks Felag