Samgongan flytir fáu almennu arbeiðsplássin úr Norðurøkinum og Vágum

Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur sett landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, skrivligan fyrispurning um ætlanirnar hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn at flyta fáu almennu arbeiðsplássini kring landið til Havnar. Sum skilst, arbeiðir samgongan við at flyta toll-eftirlitini í Norðoyggjum, Eysturoynni og Vágum.

Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, hevur í tí sambandi sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, tveir ítøkiligar spurningar:

1. Hvørjar broytingar ætlar landsstýrismaðurin at gera við toll-eftirlitunum í Norðoyggjum, Eysturoynni og Vágunum?
2. Nær verða broytingarnar settar í verk?

Í viðmerkingunum stendur:

Allir flokkar ynskja, at virðini í samfelagnum skulu koma øllum økjum í landinum til góðar. At virðini skulu spjaðast kring landið.

Tí undrar tað almikið, at samgongan við Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn tykist at hava ætlanir um at flyta fáu almennu arbeiðsplássini kring landið til Havnar. Feskasta dømið eru toll-eftirlitini í Norðoyggjum, Eysturoynni, og Vágunum.

Sum skilst, ætlar samgongan at flyta oman fyri nevndu deildir til Havnar. Hetta er ikki ein spjaðing, men ein miðsavnan. Ein sentralisering av fáu almennu arbeiðspláss- unum.

Tað tykist, sum samgongan ætlar at savna fáu almennu arbeiðsplássini, ið eru kring landið, á einum og sama stað.

Joen Magnus Rasmussen 
Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin