Revsilógin skal dagførast í heyst

Eg fegnist um at fari verður undir at dagføra revislógina í heyst og at neyðugar dagføringar verða gjørdar tá.

Tað framgongur í svarinum frá løgmanni uppá spurningin, sum eg setti um nágreinan av kapittul 24 í revislógini um kynslig brotsverk.

Løgmaður í svarinum, at hann vil ikki svara uppá ítøkiligar úrskurðir, men sum løgmaður vísir á, so stendur í lógini, at kynslig brotsverk kunnu revast við upp til 12 ár. Tað er so avgerðin hjá rættinum at døma út frá lógini og viðmerkingunum. Yvirskipað sigur løgmaður, at hann heldur, at parturin í lógini um kapittul 24, er nóg greiður.

Men í einum rættarmálið herfyri, var ivi sáddur um serligu viðmerkingarnar í revsilógini kap. 24 og at tær ikki vórðu nóg greiðar um hvussu revsingin skuldi tulkast og setast. Ákæri í málinum var sjálvur frammi í miðlunum og vísti á, at ivi var um sjálva revsirammuna.

Tí er tað gott, at løgmaður sigur, at revislógin skal dagførast í heyst. Vónandi kann allur ivi framyvir tá verða skúgvaður til viks, tí tað sigur seg sjálvt, at vit kunnu ikki liva við, at ivi er um revsirammuna tá kynslig brotsverk verða framd.

Sí spurning og svar her