02. Jun 2015
Fólkatingsval stendur fyri framman, og eg bjóði meg fram at umboða Føroyar á Fólkatingi. Meðan núverandi fólkatingslimir mest hava dragsað innanhýsis politiskar ósemjur niður á Christiansborg, so ætli eg mær at arbeiða fyri føroyskum áhugamálum, sum Fólkaflokkurin altíð hevur gjørt við góðum úrsliti. ...
11. Mai 2015
Í dag viðgjørdi løgtingið uppskotið frá landsstýrismanninum í vinnumálum, Jóhan Dahl, ið hevur til endamáls at tryggja langtíðarhaldførið hjá Arbeiðsloysisskipanini. Uppskotið byggir á eina “avtalu” millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, men tað er nógv, ið bendir á, at avtalan er brotin. Í dag viku Samtak og...
26. Apr 2015
Flaggrøða á Sandi 25.04.2015Góðu sandoyggjarfólk,Eg takki tykkum fyri, at tit hava boðið mær at halda flaggrøðuna her í dag. Kenni tað sum ein heiður, at tit vilja hava meg tykkara millum. Tað vil so vera, at haðani røturnar eru, hagar vil hugurin ofta reika aftur....
07. Mar 2015
Sum helst so mong onnur havi eg hildið tað ljóðað ógvuliga løgið, at Føroyar javnan skulu ganga til “próvtøku” hjá ST í sambandi við javnstøðu – og eg havi eisini havt mistanka um, at hetta er ikki av tí góða.Og nú, ein frágreiðing aftur...
05. Mar 2015
Um dagarnar kom soljóðandi skriv frá tíðindaleiðaranum í KvF til floksformenninar: “Nú stundar bæði til løgtings- og fólkatingsval, og Kringvarpið ynskir at hátíðarhalda fólkaræðið saman við veljarunum og sjálvsagt tykkum. Tí vil eg fegin hava ein fund við tykkum. Helst...