Nýhugsan, íverksetan og dyggari samstarv við vinnuna

Ongin ivi er um, at vit skulu longur fram á leið í okkara livandi kommunu, tí eru fleiri og hægri inntøkur ein fyritreyt

Tað er vinnulívinum í okkara kommunu fyri at takka, at vit hava eitt tað lægsta arbeiðsloysið í landinum, og sum hevur gjørt tað møguligt hjá býráðnum at fremja stórar útbyggingar. Vit síggja ofta í búskaparligari viðgongd, at í ferðini verður ov lætt farið um tilrættalegging, og hvussu arbeiðini á besta umsitingarligan hátt verða framd. Soleiðis hevur verið seinastu árini. Tað hevur skapt nógvan eykakostna og tikið longri tíð, at reika frá arbeiði til arbeiði, uttan at verkætlanir gerast lidnar.

Hóast vit hava havt fíggjarliga góðar tíðir, síggja vit, at lønarútgjaldingarnar pr. borgara í Klaksvík liggja greitt lægri enn miðal fyri alt landið. Hetta má býráðið taka upp í fullum álvara og viðgera nágreiniliga.

Árliga miðinntøkan pr. borgara fyri landið er 184.000 kr. Í Tórshavn er hon 199.000 kr., meðan í framleiðslubýunum, sum arbeiða til útflutnings, Klaksvík, Fuglafirði, Runavík og Tvøroyri, liggur inntøkan pr. borgara niðri á 174.000 krónum.

Nógv restar í

Tølini vísa, at hesi framleiðsluøki liggja 10.000 kr. lægri pr. borgara enn miðinntøkan fyri landið og 25.000 kr. lægri enn Tórshavn. Eitt hugsa dømi í stórum tølum:

- um Klaksvík hevði miðinntøkuna í landinum, hevði kommunukassin fingið 50 mió. kr. meiri í kommunukassan

- var inntøkan í Klaksvík tann sama sum í Tórshavn, høvdu vit fingið 125 mió. kr. meiri í kommunukassan

- harafturat skulu vit eisini hugsa um, at Klaksvík, Fuglafjørður og Runavík, hava prosentvíst lægri arbeiðsloysi.

Hetta er eitt mál, ið eigur at verða tikið upp beinanvegin nýtt býráð tekur við. Umframt at gera nakað við hetta, saman við vinnuni og handilsvinnuni, verður neyðugt at fara undir eitt meiri grundleggjandi arbeiði saman við viðkomandi pørtum.

Tað, sum hevur skapt stóru framgongdina í Klaksvíkar Kommunu, eru sera sterku vinnufyritøkurnar, ið hava lagt grundina og síðani tær nógvu avleiddu vinnurnar.

Fyri at koma longur fram á leið hava vit áhaldandi brúk fyri nýhugsan og fleiri íverksetum, sum kunnu byggja víðari á hetta grundarlag.

Gunvá við Keldu

Býráðslimur og valevni fyri Fólkaflokkin