Nýggjur kirkjugarður í Hoyvík

Tá ið vit í meirilutanum tóku við 1. januar 2017 var tað komið hartil, at ikki fleiri gravir vóru tøkar til havnaborgarar. Tað verður mangan tikið til, at ongar atkvøður eru í gravum og kloakkum, men at støðan skuldi vera so ring, var ikki væntandi.

200 gravir vóru tøkar eftir í kirkjugarðinum við Gamla Velbastaðvegin, og tað hevði verðið fult, tá árið var av. Tað tekur áleið hálvtannað til tvey ár at gera lendisarbeiðið til gravir, og tí var ikki nógmikið av gravum til havnaborgarar.

Neyðug játtan var hvørki at byggja kirkjugarðin við Velbastaðvegin, heldur ikki var nøkur játtan sett av til nýggja kirkjugarðin í Hoyvík í fíggjarætlanini, sum vit yvirtóku frá undanfarna býráði.
Vit settu okkum fyri at broyta hetta beinanvegin, gjørdu nýggja fíggjarætlan, og funnu rúm fyri bæði útbyggingini av kirkjugarðinum við Velbastaðvegin og nýggja kirkjukarðin í Hoyvík.

Vit hava í dag ein nýggjan vakran kirkjugarð í Hoyvík til ein samlaðan kostnað uppá 13,9 mió, og kirkjugarðurin við Velbastaðvegin er bygdur út fyri 14,5 mió. Sostatt hava vit hetta valskeiðið gjørt iløgur í kirkjugarðar fyri 28,3.

Møguliga eru tað fá, sum geva sær far um hetta. Men um ongar gravir høvdu verið til okkara borgarar, hevði tað verið syndarlig støða. Tað er umráðandi, at man politiskt raðfestir kjarnuuppgávur í eini kommunu, alt frá vøggu til grøv.

Annika Olsen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu