Nýggjársrøðan – fakta ella kávalæti? - tá spjøldrini skuldu verða burturbeind

Nýggjársaftan helt løgmaður siðbundnu nýggjársheilsanina til okkara. Røðan var fevnandi og rúmlig, og var samanumtikið ein positiv heilsan til tjóðina, har dentur bleiv lagdur á sínámillum samanhaldið, sum hevur so stóran týdning fyri trivna og framburð.

At løgmaður valdi at hyggja frameftir – at siðbøta og lata vera við at líta aftur um bak, hevði eyðsæð sínar orsøkir. Hevði hann hugleitt um politiska handalagið og atferðina higartil, so hevði røðan sjálvsagt verið greið andsøgn við politiska jørðildið, sum løgmaður og hansara smala parlamentariska fjøld hevur virkað eftir og sum hevur orsakað skilnað, spjaðing og sársaka millum manna.


Skilakvinnan úr Fólkaflokkinum

Løgmaður røkir evsta politiska embætið og skal tí nýggjársaftan vera fólksins viti.

Tí var tað hugaligt at staðfesta, at løgmaður sýntist at hava tikið annað skinn um bak, tá hann legði dent á rúmliga “góðviljan” við at vera samdur við heiðurs- og skilakvinnuni, ið altíð hevur havt sítt politiska heim í Fólkaflokkinum, um, at mangan siga spjøldrini vit nýta meiri um okkum sjálvi - enn um tey, sum vit heingja spjøldrini á, og at vit soleiðis við orðum og spjøldrum kunnu hámeta ella spotta. At vit kunnu seta virði á øll lívsins viðurskifti, og at tað ávirkar sínámillum hugburðin.


Trýst og hóttan

Skulu vit taka fagurlætni løgmans fyri fult, so fáa hann og hansara politisku samseku úr at gera fyri at sópa fyri egnum hurðum.

Ikki síðani valskeiðið 1985 til 1989, hevur nakar løgmaður og samgonga gjørt so stóran skilnað millum samgongu og andstøðu, millum øki í landinum og millum fólk yvirhøvur.

Fyrst hevur løgmaður verið eksponentur og verji fyri – umvegis viðgerðini av hjúnabandslógini, at bróta inn í fólkakirkjuna og soleiðis klúgva samfelagið av um tvøran. Niðrandi spjøldur og neiligar viðmerkingar trutu ikki móti teimum, sum ávaraðu móti valdstøkuni av kirkjuni. At søkja breiða semju í tinginum umvegis t.d. skrásett parlag varð lítisgjørt og sópað av borðinum. Har var avgjørt einki ynski um semju yvirhøvur.

Tvørturímóti slapp lægsti felagsnevnari hjá løgmanni í Løgtinginum 6. apríl 2017 at siga: “at eingin fór at troysta sær at blíva giftur av Jacob Vestergaard”!

Júst samtykta fiskivinnunýskipanin varð eisini trumfað ígjøgnum, har ein samfeld vinna var harðliga ímóti, har fíggingarstovnar átalaðu, Kappingarráðið og kommunur frámæltu, manningafeløg mótmæltu og landnyrðingsFøroyar tilvitað blivu fyri offur fyri politiskari umfordeiling.

Samgongulimir hava alment sagt frá, at teir vóru trýstir og hóttir at atkvøða fyri nýskipanini, samstundis sum veljarakanningar opinberaðu, at 2/3 av fólkinum ikki vildu vita av lógini!?

Og á botnlinjuni varð eisini avdúkað, at neyðugu atkvøðurnar blivu keyptar fyri 10-tals milliónir. Sambært forkvinnuni í fíggjarnevndini bygdi alt á rossahandlar, aðrastaðni vildi hetta verið skýrt politiskt mutur. Men ikki her – politiskt korrektu vinstramiðlarnir hildu hol. Og úrslitið? Eitt politiskt klútateppi - lóg, sum fyri flestu er óskiljandi og fer at vísa seg bæði skaðilig og ónýtilig.


Andstøðan uttanfyri

Samstundis hevur løgmaður lagt fyri tingið uppskot um stjórnarskipan, har stórur ivi er sáddur um politiska innihaldið og løgfrøðiliga rættargildi – ja, sum enntá Løgtingsskrivstovan mælti til burturvísing.

Harumframt er eingin vissa fyri, at samgongan stendur aftanfyri uppskotið, samstundis sum andstøðan slettis ikki hevur verið partur av tilgongdini, áðrenn løgmaður, sum ketta úr høvdatrogi,sendi sokallaða samleikaskjalið í tingið?

Og so var tað pensiónsskipanin. Eisini har hevur løgmaður hildið stóru andstøðuflokkarnar uttanfyri.

Sjálvstýrið hevur játtað undirtøku. Í handli og vandli fyri pensiónsskipan og fíggjarlóg, vóru ótaldar mio. kr ofraðar í politiska keyps- og søluskálanum, hóast gamla Sjálvstýri annars hevur sagt seg verja grundarupphæddina, sum nú skal avtakast.

Her gjørdi løgmaður tó tað kvettið – hjáveiðu, at Sjálvstýrið bjargaði samgonguni og tryggjaði tí beinleiðis, at fíggjarlógin og fiskivinnunýskipanin blivu samtyktar og landnyrðingsFøroyar hektaðar av.


Løgmaður og øll spjøldrini

Sum andstøðuleiðari fírdi Aksel V. Johannesen ikki fyri, ótaldar ferðir at seta spjaldur á undanfarnu samgongu, serstakliga Fólkaflokkin, men eisini Sambandið og Miðflokkin.

M.a. boðaði hann 21. mars 2014 frá í floksblaðnum Sosialinum, at hann vildi hava allar flokkar at boykotta Fólkaflokkin – at Fólkaflokkurin skræddi samfelagið sundur, sum hann mábar seg, og at Javnaðarflokkurin definitivt hevði tikið frástøðu frá og gjørt upp við Fólkaflokkin.

Sama retorikk og spjaldran brúkti Aksel V. Johannesen uttan íhald alt valskeiðið og kunngjørdi, at allur politikkurin hjá táverandi samgongu skuldi rullast aftur – fyrst av øllum flatskatturin og forskattinging av pensiónunum, sum vóru skýrd og spjaldrað sum rán.

Kavráa samgongan

At borgarliga samgongan eftir bert trimum árum fekk samfelagið úr alheims búskaparkreppuni, varð lítisgjørt av Aksel V. Johannesen, táverandi andstøðu og miðlunum, og at vit í 2015 nærum høvdu javnvág á fíggjarlógini (aftaná góða hálva milliard í halli í 2011, tá Aksel V. Johannesen fór sum fíggjarmálaráðharri), varð slettis ikki tikið uppá tungu.

Hvønn politikk Aksel V. Johannesen annars vildi reka var eitt dulsmál, eingin spurdi, og sluppu andstøða og AVJ soleiðis upp í saman at spjaldra undanfarnu samgongu at vera asosiala, týnandi, kúgandi og kavráa (sum núverandi mentamálaráðharri tá málbar seg í tinginum í 2013).

Bert ein púra greiður boðskapur stóð eftir, komandi løgmaður vildi undir ongum umstøðum samstarva við Fólkaflokkin – og vann hann valið, saman við Tjóðveldi og Framsókn, m.a. grundað á hesa avgjørdu spjaldran.


Almennu útreiðslurnar eksploderaðar

Tunna politiska soðið bleiv tó skjótt sjónskt. Spjaldring uttan innihald, bara ógrundaður retorikkur.

Neyvan hevur politiska skipanin avdúkað sovorðnan hurlivasa, sum farnu tvey árini.

Einki er rullað aftur av ”kavráa, týnandi, kúgandi og asosiala” politikkinum og flatskatturin og forskattingin av pensiónunum eru nú bara stillisliga vorðin partur av yvirskotinum í landskassanum –og síðani til áhaldandi sjálvrósið hjá samgongulimunum.

Einasta sosialistiska samgongan hevur framt er at økja almennu útreiðslirnar við fleiri 100-tals milliónum árliga – kamufleraðar við gjøldum á borgarar og vinnu.


Fokusskifti?

Nýggjársaftan valdi løgmaður fagurlætnið, at skifta fokus, tá hann segði:

Vit hava mangan latið tað, sum er øðrvísi, - og í okkara eygum negativt - rátt fyri, hvussu vit hava sæð hvør annan.

Hetta forðar fyri samstarvi, tí tá síggja vit ikki eginleikarnar hjá teimum, vit umrøða - og tey fáa heldur ikki víst okkum, hvat tey hava bjóða.”

Um løgmaður fer at taka í egnan barm, ella um talan bert er um fals undir fríðum skinni – fiktión ella fakta, tað kunnu vit bara gita um.

Við vón um, at løgmaður nú kortini fer at viðganga gjørd misstøk og í politiskum atburði veruliga fer at sanna orðini hjá fólkaflokskvinnuni, kunnu vit í hvussu er ynskja honum eitt eydnuberandi nýggjár.


Bjarni Djurholm