Nýggj nevnd í HUXA

Á hvørjum ári verður nýggj nevnd vald í Huxa Fólkafloksungdómur. Nýggja nevndin bleiv vald á aðalfundinum 4. feburar 2021.

Erling Mørkøre er nýggjur formaður!
Erling Mørkøre byrjaði at gera um seg í politikki til kommunuvalið 2020 og verður nú nýggjur formaður í HUXA.
Erling er arbeiðssamur, álitandi og fer at gera sítt fyri at umboða borgarligu hugsanina millum okkum ungu.
 
Nevndin hevur valt at skipa seg soleiðis:
Erling Mørkøre, Formaður
Rói Johannesen, Næstformaður
Beinir Johannesen, Kassameistari
Teitur Friduson Andreasen, Skrivari
Tummas Jóhan Í Djónastovu, Nevndarlimur
Tiltakslimir:
Jessica Cazabon Celibashi
Eyðstein Zachariasen
                  
Beinir og Eyðstein vanta á myndini. Nevndin er longu farin til verka at fyrireika eitt spennandi ár við fleiri tiltøkum, bæði sosialt og fakligt, til frama at føra fram tí borgarligu konservativu hugsanina.
Eisini vilja vit í nevndini takka fráfarandi formanni og nevndarlimum fyri sítt arbeiði og íkast til HUXA.

Vinarliga
Nevndin