Nýggj almannalóggáva á nýggjárinum

Vit eru komin eitt týðandi fet á leiðini at fáa eitt samfelag við tíðarhóskandi vælferðartænastum. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast um, at lóggávan fer at tryggja okkara borgarum eina betri tænastu, rættartrygd og nýggjar møguleikar at liva og virka í Føroyum. Landsstýriskvinnan hevur síðstu mánaðirnar arbeitt við at orða eina røð av kunngerðum, soleiðis at tað verður ein fullfíggjað skipan, sum tekur við 1. januar 2021.

Kunngerðirnar, sum eru lýstar, fevna m.a. um rættin hjá avvarðandi at vera heima hjá álvarsliga sjúkum og fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Eisini fevna kunngerðirnar um viðurskifti so sum endurvenjing, virksemið á bútilboðum, borgarastýrda stuðulstænastu o.m.a.

Nýggi lógarpakkin um almannatrygd og tænastur kemur í gildi á nýggjárinum, og samstundis verður gamla forsorgarlógin, sum er ein donsk lóg frá 1960’unum, sett úr gildi.