Nýggj almannalóg fyri Løgtingið

Í morgin leggur landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur uppskot til nýggja almannalóg fyri Løgtingið.

Hetta er ein týðandi lógarpakki, sum nú verður lagdur fyri Løgtingið. Hetta verður eitt nýbrot fyri tey, sum á ein ella annan hátt hava tørv á almannatrygd og tænastum, sigur landsstýriskvinnan.

Meginreglan í lógini er at støði verður tikið í tí einstaka; hvat hesin megnar, tørvar og ynskir í mun til støðuna, sum hann er í. Stórur dentur verður lagdur á at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, og at borgarin hevur ávirkan á egin viðurskifti. Tað, sum er umráðandi, er, at hóast fyribils ella varandi brek, so skal bera til at liva eitt so vanligt lív, sum gjørlig.

Tænasturnar skulu veitast saman við borgaranum, heldur enn fyri borgaran

Sambandið millum myndugleika og borgara hevur seinastu árini verið fyri stórum broytingum. Borgarin tekur ikki longur einans ímóti eini tænastu, men er í størri mun við í sjálvari tilgongdini at taka avgerð og hevur harvið størri ávirkan á, hvørja tænastu hann fær.

Á hendan hátt skulu tænasturnar í størri mun veitast við støði í tørvinum hjá tí einstaka og ikki útfrá, hvørjar tænastur eru til taks.

Nýggja lógin er ein snaring, tá ið tað kemur til tær tænastur, sum tað almenna veitir. Nú verður fyrst hugt eftir tørvinum hjá einstaka borgaranum, og síðani eftir, hvat skal til fyri at nøkta hendan tørvin. Øll skulu hava somu møguleikar, men øll skulu ikki hava somu tænastur.

Í lógini er ásett, at borgarin skal takast uppá ráð, fáa skjóta og góða ráðgeving og í heila tikið stuðlast, so hann kann liva eitt so vanligt lív sum gjørligt. Dentur verður lagdur á tann fyribyrgjandi táttin, og at veitingar og tænastur skulu virka og eggja til størri sjálvhjálpni.

Hetta er við støði í teimum brekpolitiskum meginreglum um samhaldsfesti, javnviðgerð, kompensatión, geiraábyrgd og í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Viðlíkahaldsvenjing millum nýggju tænasturnar

Lógaruppskotið gevur eisini landsstýriskvinnuni heimild at skipa tænastur, sum hava verið eftirspurdar í mong ár. Eitt nú heimild fyri at skipa viðlíkahaldsvenjing í Almannaverkinum, sum ætlandi verður partur av endurvenjingartænastuni, sum Almannaverkið stig- og miðvíst hevur bygt upp seinnu árini.

Lógin avloysir gomlu forsorgarlógina

Lógin um almannatrygd og tænastur kemur í staðin fyri gomlu forsorgarlógina, sum upprunaliga er ein donsk lóg frá 1960’unum, og hóast dagføringar eru gjørdar í fleiri umførum, er forsorgarlógin ikki longur tíðarhóskandi í einum framkomnum føroyskum samfelag.

Talan er um ein lógarpakka við fimm lógum.

Lógirnar skulu tryggja øllum borgarum góða tænastu, rættartrygd og møguleikar at liva og virka í Føroyum.

Hetta er ein stórur dagur. Undan hesum hevur verið eitt drúgt og vælfyrireikað arbeiðið, sum nógvir partar eiga sín lut í. Nú vóni eg, at Løgtingið tekur væl í móti hesum, og eg haldi, at hetta eru uppskot, sum eg vænti, at vit kunnu semjast um,” sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna.