Almennur fundur verður í kantinuni í Løkshøll mánakvøldið 26. mars 2018 kl. 20.00.

Nokk er nokk - Almennur fundur í Løkshøll mánakvøldið 26. mars 2018 kl. 20:00

Almennur fundur verður í kantinuni í Løkshøll mánakvøldið 26. mars 2018 kl. 20.00.

Símun Hammer frá Eysturoyar Vinnulívsfelag og Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, leggja fram. 

Sitandi samgonga hevur lagt eitt ótal av gjøldum á vinnuna. Millum gjøldini, sum samgongan hevur lagt á vinnuna, eru bensin- og dieselavgjaldið á akfør, avgjaldið á smyrjiolju, vektgjaldið á akfør hækkar, heilsutrygdargjaldið, tinglýsingaravgjaldið, umhvørvisavgjald og kringvarpsgjald. 

Eisini er álagt vinnuni hægri gjald til Barsilsskipanina og hægri gjald til Samhaldsfasta. 

Ætlanin nú er at hækka gjaldið til Samhaldsfasta einaferð enn. Talan er um fleiri hundrað milliónir krónur hvørt ár. 

Harumframt eru fleiri hundrað milliónir í gjøldum lagdar á fiski- og alivinnuna. 

Hetta er ein vinnufíggindaligur politikkur, sum kemur at kosta vælferð í framtíðini. 

Í grannalondunum er gongdin hin øvugta. Skattur og avgjøld á vinnulívið verða lækkað ella strikað, fyri at gera umstøðurnar hjá vinnufyritøkum og íverksetarum betri og meira lokkandi.

Eysturoyar Fólkafloksfelag