Vøkstur, familjan og skattur

Valskráin hjá Fólkaflokkinum til Løgtingsvalið 2015 leggur dent á, at kósin við vøkstri má haldast. Vit eru á rættari kós, tað vísa øll tøl og nú ræður um at halda kósini.

Ynski hjá Fólkaflokkinum er eitt frælst land; fyritreytin eru frælsir borgarar, sum ráða yvir egnum viðurskiftum – eisini egnum pengum.
Vinnan skal hava tryggar karmar fyri framhaldandi at hava búskaparvøkstur. Og fyri at tryggja vælferðina eigur búskapurin at vaksa skjótari enn tað almenna. Flokkurin vil býta vøksturin í trý: triðing til vælferð, triðing til at rinda skuld og triðing til skattalætta. Tað skal verða hugaligari hjá øllum at arbeiða, og tí skal skatturin hjá lág- og miðalløntum lækkast.
Á vinnuøkinum fer flokkurin framhaldandi at arbeiða fyri at tryggja vinnuni góðar umstøður, so hon verður kappingarfør og lønandi og á tann hátt kemur flest møguligum til góðar. Tá tað kemur til fiskivinnu, vil flokkurin fremja eina fiskivinnunýskipan, sum gevur vinnuni tryggar og varandi karmar.
Á familjuøkinum vil Fólkaflokkurin m.a. leingja barnsburðarfarloyvið við løn til eitt ár, har foreldrini sjálvi sleppa at velja býtið av barnsburðarfarloyvinum. Flokkurin heldur eisini at hámarkið eigur at verða endurskoðað.
Á skattaøkinum vil Fólkaflokkurin m.a. varðveita flatskattin, lækka skattin á lág- og miðalinntøkum, bæði lands- og kommunuskattin og eingin lág- og miðalinntøka skal skattast meira enn 30%.

Valskráin 2015 er viðfest niðast í tíðindastubbanum. 

Fólkaflokkurin

Valskrá 2015.pdf