Vit velja Føroyar

Hyggja vit eini tvey ár aftur í tíðina, var ein áhaldandi gremjan og lemjan um, at tey ungu sum høvdu leita út um landoddarnar í útbúgvingarørindum komu ikki heim aftur.

Serliga vóru tað fólk ið standa andstøðuni nær.
Ein miðvís herferð um, at her var einki at koma heimaftur til. Alt var vónleyst í hesum landið, og tað var bert ein spurningur um tíð, so var eingin eftir í Føroyum. Alt orsaka av førda politikkinum hjá sitandi samgongu. Hetta var landsskaðiligt virksemi.
Hetta landsskaðiliga virksemi er so sanniliga gjørt til skammar. Ungfólk flyta í hópatali heimaftur á klettarnar. Fólkatalið økist. Arbeiðsloysið er lækka úr 7% niður í 3%, lønarútgjaldingarnar økjast, takkað verið m.a flatskattinum. Metingin hjá Moodys er uppstiga. Eg kundi blivið við. Jú her grør um gangandi fót.

Men, eru vit sum samfelag tilreiðar at taka ímóti hesum vónríku ungu føroyingum, sum velja at flyta heimafur.

Eg haldi at her krevjast ábøtur.

Flytur tú heim, eftir loknan lestur, og einki arbeiði hevur funnið, so stendur tú á berum. Tað er ikki gott nokk. Helst eru fleiri ið himprast við at flyta heim av somu orsøk. Tað er spell.

Vit eiga at skipa so fyri, at ein ella annar stuðul verður latin hesum fólkum í upp til tríggjar mánaðar, ella til arbeiði er funnið. Ein slags startpakkið.

Veit at tað finnast íverksetara skipanir, og er tað sera gott.

Tað er av stórum týdningi at førdi politikkur heldur fram eftir valið.

Vel fólkaflokkin, so kósin verður hildin.

Fróði Ó. Olsen

Valevni Fólkaflokksins