Vit skulu hjálpa flóttafólki, men...

Á staðnum kunnu vit hjálpa fleiri 100 fyri somu pengar, sum Poul Michelsen ætlar at hjálpa 2 flóttum, við at taka tey til Føroya.

Nú skilst at landsstýrið ætlar at taka 2 flóttafólk til Føroya um árið. Her má setast spurningurin, hvørjum tey ynskja at hjálpa?

Um vit vilja hjálpa, kunnu vit gera mun á staðnum ella í nærumhvørvinum. Td í Turkalandi eru fleiri flóttafólkalegur við markið til Sýria. Og har legst til við flóttum alla tíðina. Turkaland brúkar eina rúgvu av orku og peningi, og biður um peningaliga hjálp frá Evropa. Her kunnu vit veruliga gera mun. Vit eiga at minnast til, at størsta ynski hjá flóttum er at sleppa heim aftur.

Onga hjálp at senda, men fara og velja 2 flóttar út, at koma til Føroya, gevur onga meining.

Sendingin í KVF um føroyska bussin, sum fór við hjálp til Rumenia og Moldova vísti, hvussu til ber at gera veruligan mun. Eisini var áhugavert at hoyra um Moldova. Har var trupuleikin, at ungar familjur fóru til onnur lond. Úrslitið var, at størri og størri partur av fólkinum í Moldova vóru gomul. Landi orkaði ikki at geva teimum eldru virðilig kor, tí unga skapandi fólki var farið til onnur lond.

Vit eiga at nýta alla orku at hjálpa á staðnum, og ikki skilja fólkasløg sundur og kanska oyðileggja meir, enn vit gera gott.

Fólkafloksins hugsan er greið. Vit eiga at hjálpa á staðnum og í nærumhvørvinum. Avbjóðingin við flóttum í Evropa vaks í stórum í 2015 og undanfarna samgonga tvífaldaði upphæddina til neyðhjálp. Ikki nóg mikið, vit eiga at gera meira, og gera tað á staðnum.

Niðast sæt hugsan Fólkafloksins:

Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=eqzm2z1l7eI]