Virðisøking av okkara fiskatilfeingi

Tað var eitt bragd, at Føroyar fingu semju við ES og Norra um eitt økt býti av makrelinum. Hetta hevur uttan iva bjargað Føroyum úr búskaparligu kreppuni. Fleiri eru komin í arbeiði í fiskivinnuni og lønarútgjaldingar eru vorðnar fleiri. Virkisfús fólk hava stovnað virkir kring landið. Hugaligt er at síggja hesa góðu gongd.

Hóast føroyski búskapurin hevur fingið áleið eina milliard í øktum inntøkum orsakað av pelagiska tilfeinginum, so eiga vit at fjálga um hesar inntøkur, so enn meiri fæst burturúr.

Ein nýggj fiskivinnuskipan er eitt av stórmálunum, ið skal loysast sum skjótast.

Eftir mínum tykki eigur orðið virðisøking at hava ein týðandi leiklut í einari nýggjari fiskivinnulóggávu Tað má verða sett sum lógarkrav, at tey sum umsita okkara fiskatilfeingi og fiskikvotur eisini hava skyldu at virðisøkja hetta tilfeingið. Tað er umráðandi, at vit fáa sum mest burturúr hvørjum sterti. Vit eiga at fáa so nógv sum til ber til lands til tess at fáa gagnnýtt tað fulla virðið av fiskinum.

Bláur vøkstur

Fiskur er ikki støðugur, og tí ræður um at virðisøkja fiskatilfeingið. Eitt lyklaorð, sum nógv verður tosað um í løtuni, er ”Blue growth”. Hetta er eitt felagsheiti um, hvussu man kann gagnnýta tað, sum havið hevur at bjóða á besta hátt. Talan er tá um m.a. stovnsrøkt, grøna havorku, burðardygga ferðavinnu, virðisøking og innovation v.m. Vit hava ikki ráð til at kasta nakað aftur í havið, ið kann virðisøkjast. Tað er bert hugflogið, ið setur mørk, um hvørji virðir og hvørjar nýggjar vørur kunnu fáast burtur úr fiskinum, tað veri seg til matna, til design ella annað Tó mugu vit ásanna, at avbjóðingar eisini eru hesum viðvíkjandi. Tað er tískil alneyðugt, at vit politiskt tryggja vinnuni góðar karmar, so hon er kappingarfør. Marknaðaratgongdin má tryggjast, og tollmúrar mugu beinast burtur á eitt nú ES marknaðinum.

Vit hava skyldu til at framtíðartryggja okkara høvuðsvinnu. Hóast Føroyar hava stórt fiskiríkidømi, so hava vit skyldu til at røkja hetta ríkidømi á ein skynsaman hátt, so vit fáa enn meira burturúr. Vit eiga at fáa enn fleiri arbeiðspláss burtur úr fiskivinnuni, sum vil skapa enn størri búskaparligan vøkstur.

Annika Olsen

Valevni fólkafloksins til løgtingsvalið